Søk um førleikameting
Umsókn um førleikameting
Fyll út og send umsókn um førleikameting innan heilsuhjálpara og námsfrøðihjálpara útbúgving. Henda umsóknin er byrjanin til eina førleikametingartilgongd, og ikki endaliga bindandi. Tikið verður upp til heilsuhjálparaútbúgving tvær ferðir um árið: í januar og í august. Freistin at søkja inn á skúlan og at søkja um førleikameting er 15. mars til at byrja í august og 15. november til at byrja í januar.
Hvønn skal eg spyrja?
Vegleiðingarstovan vegleiðir og veitir øllum kunning, ið ynskja at hoyra meira um, hvørjir møguleikarnir við førleikameting eru. Sí meir undir starvsfólk.
Tú kanst eisini spyrja vegleiðarar og lærarar á teimum skúlum og útbúgvingarstovnum, ið bjóða tær útbúgvingar, sum tú møguliga hevur áhuga fyri og kundi hugsað tær at søkt inn til.