Um at lesa bæði í Føroyum og uttanlands
Sum lesandi í Føroyum ella uttanlands hevur tú møguleika fyri at taka ein part av tínum lestri á øðrum universiteti. Tín deild er møguliga partur av einum norðurlendskum netverki og hevur samband við onnur universitet í Norðurlondum ella aðrastaðni.
Spyr lestrarvegleiðaran á deildini um møguleikarnar á tíni útbúgving.
Deildin, ið tú gongur á, skal góðkenna lærugreinarnar, ið tú ætlar at taka á øðrum lærustovni, og á tann hátt tryggja, at tær samsvara við tína útbúgving.
Altjóða Skrivstovan vegleiðir lesandi á Fróðskaparsetrinum um møguleikar og hjálpir til við tí praktiska í sambandi við skiftislestur til og frá Setrinum.
FREE MOVER
HVAT ER EIN FREE MOVER?
Ein “free mover” er ein lesandi, sum tekur eina lestrarhálvu á ein um universiteti, sum ikki er partur av einum netverki. Heitið “free mover” er evropeiskt; aðra staðni brúka tey onnur heiti.
Ein free mover skal sjálv/ur skipa fyri øllum tí praktiska í sambandi við lestur uttanlands.
Tú mást byrja at leggja tín free mover skiftislestur til rættis í góðari tíð. Gjarna eitt ár frammanundan.
HVAT SKAL EG LEGGJA MÆR Í GEYMA?
Tú mást gera tær greitt, at tú kemur at brúka nógva tíð og orku uppá hetta, tí tú skalt sjálv/ur taka tær av øllum samskiftinum við universitetið, ið tú ynskir at ganga á, í einum skifti.
Tú hevur ábyrgdina av at finna allar viðkomandi upplýsingar, bæði praktiskar og akademiskar.
Tá tú velur eitt free mover universitet, hugsa so m.a. um staðseting, akademiska góðsku og tryggja tær, at skeiðini, tú hevur valt, hóska til tína námsætlan.
Deildin á tínum heimauniversiteti skal góðkenna fakini.
Í flestum førum mást tú gjalda skúlagjald á útlendska universitetinum, ið tú ynskir at lesa á.
Tú kanst søkja Studna um stuðul til skúlagjaldið.
TÁ TÚ SØKIR
Set teg í samband við lestrarstovnin og/ella leita á teirra heimasíðum eftir freistum, umsóknarmannagongdum, upptøkukrøvum, bústaðarmøguleikum og skeiðum at taka.
Kanna, hvat skúlagjaldið er.
Tú mást tryggja tær, at universistetið, sum tú ætlar at taka skiftislestur á, veit av, at tú ikki søkir gjøgnum eitt netverk og at tú ikki skalt taka eina fulla útbúgving.
Tá tú hevur fingið váttað, at tú fært eitt lestrarpláss, syrg so fyri, at tú fært eina formliga upptøkuváttan.
VEGLEING
Í sambandi við free moverskiftislestur er gott at søkja sær hjálp hjá lestrarvegleiðingini á tínum skúla.
Tað er skilagott at tosa við undirvísarar á tíni egnu deild fyri at fáa íblástur til, hvagar leiðin skal ganga.
Nordplus
- Fyri læraralesandi og onnur lesandi í Norðurlondum
Nordplus er skipan hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri lærarar og lesandi við norðurlendsk universitet og háskúlar. Skipanin er sett saman av fimm programmum. Setrið er partur av programminum ”Hægri útbúgving – Higher Education”. - Nordplus virkar í Norðurlondum, Baltalondunum og sjálvstýrandi økjunum í Norðurlondum.
- Vegleiðingarstovan er kunningarstova fyri Nordplus í Føroyum.
- Meira kunning um Nordplus fæst á her og á www.nordplusonline.org
Nordliks
- Nordliks - Nordisk Litteratur, Kultur og Språk - er eitt netverk hjá móðurmálsdeildunum á norðurlendsku universitetunum.
- Studentar kunnu søkja Nordliks-stuðul til lestur á bachelor- og masterstigi í øllum Norðurlondum. Stuðulin er 200 evrur hvønn mánað umframt ferðastuðul, alt eftir hvagar leiðin gongur. Søkjast skal áðrenn 1. mars ella 1. oktober á hvørjum ári.
- Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Berg Djurhuus Hansen, sum er føroyskur kontaktpersónur og á www.nordliks.net
Nordlys
- Studningur til tey, sum ikki kunnu lesa heima
- Nordlys er størsta netverkið innan Nordplus, sum veitir studning til lesandi, sum ikki hava eitt netverk á sínum evnisøki, ella sum vilja lesa eitt evni, ið tey ikki kunnu lesa á heimauniversitetinum – ella um netverkið á evnisøkinum ikki hevur meira pening tað árið.
- Sí meira á nordlys.info
North2North
- Studningur til kanningarferðir o.a. á øðrum norðurlendskum lærdum háskúlum
- North2north samstarvið er liður í UArctic samtakinum, og umframt seks lærdar háskúlar úr danska ríkinum, taka lærdir háskúlar frá øðrum arktiskum londum eisini lut í samstarvsætlanini, ið leggur dent á skiftisvirksemi millum luttakandi útbúgvingarstovnarnar.
- Lesandi á øllum hægri lestrarstigum kunnu søkja um stuðul (Bachelor, Master og ph.d.).
- Skiftisvirksemið kann vara millum eina viku (kanningarferð, luttøka á ráðstevnu ella líknandi) og eitt heilt lestrarár (skiftislesnaður), ið leggur dent á eitt arktiskt evni.
- Meira kunning um North2north samstarvið og um, hvussu ein søkir um stuðul, er at finna á www.uarctic.org/north2north.
Kulturstudier
- Les í Argentina, Ghana, India, Nikaragua ella Vietnam
- Kulturstudier bjóðar lestur innan samfelagsvísindi og humaniora í Argentina, Ghana, India, Nikaragua og Vietnam.
- Undantikið Buenos Aires eru øll lestrarstøðini í miðalstórum býum.
- Støðini eru vald við atliti at infrakervi, universiteti, trygd og mentanarligum áhugamálum.
- Starvsfólk hjá Kulturstudier eru knýtt at øllum, tey leggja títt lestraruppihald til rættis og syrgja fyri, at tað verður áhugavert, stuttligt og fakliga mennandi.
- Les meira á www.kulturstudier.dk
Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
Ráðgevingin veitir føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Øll kunnu venda sær til Ráðgevingina við at ringja, senda teldupost ella vitja persónliga.
ENDAMÁLIÐ HJÁ RÁÐGEVINGINI ER
- at veita føroyingum í Danmark hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum
- at reka upplýsandi arbeiði á nevndu økjum mótvegis einstaklingum, myndugleikum og stovnum her og heima
- at virka sum millumlið millum føroyingar í Danmark og myndugleikar og stovnar her og heima innan nevndu økir
Les meira um Rágevingina her