Ráðstevna um inklusjón og førleikamenning
Ráðstevnan verður hildin á Hilton Garden Inn. Byrjað verður við skráseting, kaffi og morgunmati kl. 8.30. Ráðstevnan verður sett kl. 9.00.
Ráðstevnan vendir sær serliga til tey, sum á onkran hátt hava eitthvørt við hesi nevndu viðurskifti at gera. Tað kunnu vera myndugleikar, leiðslur, skúlafólk, vegleiðarar og onnur áhugað, ið arbeiða við inklusjón og integratión, serliga við atliti at førleikamenning ella eftirútbúgving.
Á ráðstevnuni verður varpað ljós á týdningin av førleikamenning í sambandi við inklusjón og integratión. Tað verður mett at hava stóran týdning fyri eitt nú støðufesti til arbeiðsmarknaðin, at vaksin við lítlari ella ongari útbúgving hava umstøður at førleikamenna seg, samstundis sum tey eru á arbeiðsmarknaðinum og hava møguleika at arbeiða. Føroyar fáa væntandi seinni í ár ella tíðliga næsta ár eina nýggja integratiónslóg, sum m.a. eisini fer at taka atlit til hesar spurningar, og tað ger eisini spurningin um førleikamenning og integratión serliga viðkomandi fyri okkum.
Trý tema, sum verða umrødd og viðgjørd í verkstovubólkunum:
- Samskipan og samstarv um inklusjón og integratión
- Raðfestingar av tilboðum í sambandi við inklusjón og integratión
- Almenna kunningin, ið skal fremja inklusjón og integratión
Ráðstevnan verður skipað við framløgum, fyrilestrum, verkstovum og bólkaarbeiði. Framløgurnar verða á føroyskum, tó onkur á norðurlendskum máli, og ráðstevnumálið er føroyskt. Kaffi verður at fáa fyrrapart og seinnapart, umframt ein máltíð á middegi.
Um framløgurnar á ráðstevnuni
NVL samstarv um førleikamenning
John Dalsgarð, NVL landasamskipari – Vegleiðingarstovan
Føroyar hava verið við í norðurlendska NVL-netverkssamstarvinum síðan 2005, tá NVL á sinni varð sett á stovn. NVL stendur fyri Nordisk Netverk for Voksenlæring. Í dag eru 9 ymisk netverk í NVL. Føroyar eru við í fýra av hesum netverkum, sum innan ymisk serøki arbeiða við vaksnamannalæring og førleikamenning. Netverkini eru sokallaði serfrøðinganetverk, har fólk við ymiskari bakgrund hittast at viðgera og umrøða viðkomandi spurningar og gera uppskot til politikkir og mannagongdir, umframt at menna tól og arbeiðshættir, ið kunnu vera við til at menna alt vaksnamannaútbúgvingarøkið í Norðurlondum.
Førleikameting og inklusjón
John Dalsgarð, samskipari av førleikameting – Vegleiðingarstovan
Endamálið við førleikameting er at gera tað høgligari hjá vaksnum at fara undir eina útbúgving ella førleikamenning og á tann hátt fáa eitt tryggari og støðugari tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Bæði útbúgving og arbeiðsmarknaður eru beinleiðis við til at fremja inklusjón, og tí er umráðandi eisini at geva teimum nýggju, sum flyta til landið, møguleika at fáa mett sínar útbúgvingar og førleikar upp ímóti føroyskum útbúgvingum og arbeiðsmarknaðarkrøvum. Hetta fer at seta nýggj krøv og avbjóðingar til okkara útbúgvingarskipan, samstundis sum arbeiðsmarknaðurin fær ein týðandi leiklut at vera við í menningini av hesum tilboðum.
---------------------------
NVL Digital Inklusjón
Annika Mellemgaard, lestrarvegleiðari á Glasi, limur í NVL Digital Inklusjon:
Endamálið við at vit í Føroyum taka lut í NVL-Digital-netverkssamstarvinum, er, at vit á jøvnum fóti við okkara norðurlendsku grannar fylgja við í stigvíst øktu talgildingini av gerandisdegnum. Vit kjakast um, viðgera og viðmæla tilfar og átøk í samband við undirvísing og upplýsing, sum hava til endamáls, at allir borgarar verða inkluderaðir í einum alt meira talgildum heimi. Í 2023 fara vit undir eina nýggja Nordplus verkætlan, ið skal lýsa, hvønn týdning økta talgildingin hevur, og kanna um borgarin er nóg væl ílatin til at navigera í talgilda heiminum, ella um hann hevur tørv á meira undirvísing og vegleiðing.
---------------------------
Máltøka hjá vaksnum tilflytarum og arbeiðsmarknaðarinklusjón
Elisabeth Holm – Fróðskaparsetur Føroya
Hvørjar royndir hava vaksnir tilflytarar av øðrum uppruna enn norðurlendskum, sum arbeiða á fiskavirkjum og í reingerðarstørvum, við at læra føroyskt? Hvønn leiklut spælir mál(ið), tá um ræður at lata dyr upp til samfelagið? Hvønn leiklut spælir mál og málsliga grundaður ójavni í sambandi við inklusjón/eksklusjón á føroyska arbeiðsmarknaðinum? Hvørjar eru tær forðingar, sum væl útbúnir tilflytarar møta í royndini at finna arbeiði, ið samsvarar við teirra førleikar? Og, hvørjar eru avleiðingarnar av vantandi møguleikum at læra føroyskt og av at uppliva førleikamiss? Til at svara hesum spurningum verður støði tikið í ph.d.-ritgerð hjá Elisabeth, har hon greiðir frá nøkrum av niðurstøðunum og vísir ítøkilig dømi um royndir og avbjóðingar hjá tilflytarum. Við støði í hesum granskingarúrslitum verður víst á øki, ið kunnu verða við til at menna og fremja annaðmálsmáltøku og inklusjón.
-----------------------------------------
Talgild inklusjón
Ebba Ossiannilsson granskari og ráðgevi innan leiðslu og innovatión
Talgildir førleikar sum partur av inklusjón, fjølbroytni og virknari samfelagsluttøku
Talgildir førleikar eru partur av virkseminum at menna virknan borgaraskap og luttøku. Inklusjón, fjølbroytni og grøn burðardygd, eru súlur, ið stuðla upp undir hetta virksemi. Vit plaga at nevna fýra sløg av talgildum førleikum: At kunna skilja, hvussu talgildingin ávirkar samfelag og einstaka borgaran. At kunna brúka og skilja talgild amboð og miðlar. At kritiskt kunna meta um talgilda tøkni, og At loysa avbjóðingar og at gera hugskot til veruleika.
Talgildingin bjóðar nógvar møguleikar, men torgreidni í talgildingini kann skjótt hava við sær, at einstaklingurin verður stongdur úti í ymiskum týðandi viðurskiftum. Skulu vit vinna á ójavna og mismuni, og ístaðin styrkja sosiala samanhaldið, um vit skulu stýra grøna og talgilda skiftinum, má einstaklingurin hava møguleika at lærar seg gjøgnum alt lívið. Okkum tørvar tí at gera ein nýggjan sosialan sáttmála um útbúgving, sum skal styrkja rættin til útbúgving til at fevna um rættin at læra alt lívið.
Innan karmarnar hjá netverkinum NVL Digital Inklusión hava vit arbeitt við eini granskingarverkætlan, har vit taka fram fimm yvirskipað tilmæli til áhugabólkar á ymiskum stigum í samfelagnum.
-------------------------------
Hjalmar Hansen stjóri í Undirvísingarstýrinum
Almennu tilboðini um førleikamenning
Í nútíðar samfelagunum, har broytingar eru skjótar í tøkni, í kringumstøðum og har nýggj vitan eru atkomulig skjótt og lætt, eru krøvini til førleikar støðugt broytandi. At vit sum samfelag hava góðar møguleikar at førleikamenna okkara borgarar er av alstórum týdningi fyri at vit støðugt standa okkum í kappingini á heimsmarknaðinum og at vit megna at hava eina arbeiðsfjøld í á góðan og effektivan hátt megnar at loysa tær uppgávur samfelagið krevur, tað verið seg frá at taka sær av okkara eldru til manning av skipum á heimshøvunum.
Í Føroyum hava vit, sum í okkara grannalondum, eitt veksandi tal av íbúgvum, ið koma aðra staðir frá og ikki kenna okkara mál og mentan. Hvussu skipa vit okkum, so hesi á besta hátt kenna seg sum part av okkara samfelag. Hesi hava mangan avbjóðingar í okkara samfelag at brúka teir førleikar tey hava við sær heiman í frá og helst duga vit ov illa at síggja møguleikarnar.
Hava vit eitt nøktandi regluverk sum karm um støðuga førleikamenning bæði, hjá okkum, ið altíð hava búleikast her, og hjá teimum, sum koma til okkara at liva og virka.
--------------------------------------
Føroyskt sum annaðmál
Jógvan Sørin Hansen leiðari Tórshavnar Kvøldskúli:
Málið er grundarsteinur undir góðari integratión. Við góðum mál førleikum ber til at kunna seg um samfelagið, mentanina og fáa innlit í sosiala siðvenju. Við hesum gerst tað lættari at fáa ein góðan og gevandi dagligdag og arbeiðslív.
Tað hevur verið sera umráðandi fyri Tórshavnar Kvøldskúla saman við Tórshavnar kommunu og landinum, at stuðla undir og hava ein skipaðan leist til málundirvísing fyri tilflytarar.
Hetta hevur verið gjørt á ymiskan hátt og eru økini fleir deild – hugsast skal um vaksin og børn, nýkomin og fólk, ið hava verið her í eina tíð. Tey, ið eru komin higar at arbeiða, og tey, ið eru gift til Føroyar. Afturat hesum er umráðandi at hava í huga, at øll hesi fólkini koma við ymiskum førleikum. Summi hava ongantíð gingið í skúla, og summi hava eina longri útbúgving.
Í framløguni verður greitt frá hvussu Tórshavnar Kvøldskúli saman við Tórshavnar kommunu og landinum hevur víðkað um undirvísingina í føroyskum sum annaðmál.
--------------------------------
David Im, integratiónssamskipari í Útlendingastovuni
Integratión nú og frameftir
Hvussu er integratiónsstøðan í Føroyum í dag? Hvørji evnir og mál arbeiðir Útlendingastovan við? Og hvussu verður integratiónsøkið formað?
David, integratiónssamskipari í Útlendingastovuni, fer at greiða frá tí, sum Útlendingastovan arbeiðir við og verkætlanunum, sum eru í gongd. David leggur fram um evni og mál so sum arbeiði, føroyskt mál og sosialt virksemi, sum verður viðkomand komandi árini.
At enda fer David eisini at tosa um, hvussu hann – grundað á egnar royndir og innlit - heldur, menningin er í føroyska integratiónsøkinum, og hvønn veg tað gongur.
--------------------------------
Vantandi vitan, ein forðan fyri inklusjón og integrasjón -
Berlys Toftadal skúlastjóri Fuglafjarðar skúli
Hvat vita tilflytarir og føroyingar um, hvat gongur fyri seg á ymisku stovnunum?
Í fyrilestrinum verður tosað um týdningin av, at geva øllum borgarum, bæði føroyingum og tilflytarum, møguleika til eina lætt atkomuliga kunning viðvíkjandi øllum teimum skrivaðu og óskrivaðu reglunum, ið eru í teimum føroysku tænastunum.
Sum skúlastjóri í Fuglafjarða skúla fer Berlys at greiða frá, hvussu tey royna at bøta um hesi øki. Eisini fer hon at tosa um verkætlanina “Skole for alle”, sum er ein verkætlan, har Fuglafjarðar skúli er við, í samstarvi við skúlar í Danmark og Íslandi. Ein verkætlan, sum m.a. hevur til endamáls at kunna børn og foreldur, serliga av fremmandum uppruna, um ymisk viðurskifti, sum hava við skúlan at gera, og sum eru við til at lætta um inklusjón hjá barninum í tí føroyska fólkaskúlanum.
----------------------------------------
Integratión í Tórshavnar kommunu
Fía Lindenskov Cand.scient.san.publ og integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu:
Í upplegginum greiðir Fía frá integratiónsarbeiðinum í Tórshavnar kommunu, tankunum aftan fyri Fjølmentanarvikuna, ið varð hildin í oktober, og um tær ætlanir, sum eru fyri framman á integratiónsøkinum í Tórshavnar kommunu.
Harafturat verður hugleitt um, hvat dentur eigur at verða lagdur á í einum komandi integratiónspolitikki í Tórshavnar kommunu, og hvørjar avgjóðingar og møguleikar, hon sær fyri framman á integratiónsøkinum, í samband við at ein føroysk integratiónslóg væntandi fer at vera løgd fyri tingið í nærmastu framtíð.
.