Universitet uttanfyri Europa

www.educations.com - um útbúgvingar um allan heim.

www.gribverden.dk - um ymisk lestrarlond.

www.allastudier.se  - Svensk útbúgvingarleitisíða til allan heimin

www.topuniversities.com  - listar yvir universitet. 

www.ufm.dk Uddannelses- og Forskningsministeriet - Her finnur tú m.a. Eksamenshåndbogen og mannagongdir, fyri at fáa útlendskar útbúgvingar góðkendar.

www.edu-danmark.dk EDU - Útbúgvingar uttanlanda. Hesi veita vegleiðing og ráðgeving til øll ið ynskja at fara uttanlands.

www.ansa.no ANSA - ein sera heint síða um lestur uttanlands.

IELTS er ein roynd í enskum máli fyri tey, sum ynskja at flyta millum lond at lesa á hægri lærustovnum, og er ein av góðkendu málroyndunum, sum útlendsk universitet krevja.

IELTS-roynd verður fyriskipað einaferð árliga í Føroyum - vanliga í mai mánaði.

Tú teknar teg til royndina við at fara inn á https://ielts.britishcouncil.org/edu. Far til breddan til vinstru "Find Test Date" og útfyll upplýsingarnar har, og fylg so vegleiðingini á síðuni.

Prísurin er 2.425 kr. (2019)

Melda teg til í góðari tíð, í seinasta lagi 8 dagar áðrenn royndina.
Úrslitini koma 2-3 vikur eftir royndina.

Fylg leiðbeiningini, og tá tú hevur teknað teg, fært tú ein teldupost, ið sigur, hvat tú síðani skalt gera. Um góðskan verður nóg góð, ber til at skanna skjølini og senda tey við telduposti.

Tú kanst lesa meiri um royndina her.