Ísland

Í Íslandi er ikki ein sentralur upptøkustovnur, men man søkir beinleiðis til skúlan. Freistin til at søkja inn er millum 15. mars og 1. juni, alt eftir hvønn stovn tú søkir inn á. 

study.iceland.is - eitt yvirlit yvir universitet í Íslandi. Eisini kanst tú lesa um at lesa, liva og annað praktiskt við at búgva í Íslandi. 

Altjóða Skrivstovan á Háskóla Islands - kunning um útbúgvingar í Íslandi, eisini um útbúgvingar sum venda sær til útlendskar studentar.

gribverden.dk - um at lesa í Íslandi. Ein síða á donskum. 

Info Norden -  ein síða um at flyta, lesa og búgva í Íslandi.