Erasmus+

Erasmus+ er ein spennandi møguleiki fyri Føroyar

Erasmus+ er ein ES-samstarvsskrá, sum gevur nógvar stuðulsmøguleikar til útbúgving, frítíðarvirksemi og ítrótt.

Við Erasmus+ kunnu føroyingar luttaka í altjóða samstørvum, sum eru við til at styrkja førleikar og geva nýggjar upplivingar. Til ber at fáa stuðul til at fara á útbúgvingarferðir, starvsfólkaskifti, luttaka í verkstovum og skeiðum, og samstarva við fólk úr øðrum londum.

Føroyar eru ikki partur av Erasmus+ skipanini, men í nøkur ár hevur verið arbeitt við at gerast partur av hesum stóra ES-samstarvinum. Í næstum verður ein tjóðarskrivstova sett á stovn, sum skal umsita Erasmus+ skipanina og byggja upp samstarvið við aðrar áhugapartar, eitt nú Granskingarráðið. Fólk verður í næstum sett í hesum sambandi.

Um Erasmus+

Samlaða ES játtanin til Erasmus+ er fyri tíðarskeiðið 2021 – 2027 heilar 26,2 mia. evrir.

Danmark, Svøríki og Finnland (v/Álandi) eru fevnd av skipanini sum ES limalond, meðan Noreg og Ísland eru fevnd av skipanini umvegis EBS sáttmálan. Grønland hevur møguleika at nýta skipanina umvegis sína støðu í mun til ES sum “Overseas Country and Territory”. Føroyar er einasta norðurland, sum ikki enn er partur av Erasmus+ skipanini.

Í 2023 vóru næstan 32,000 verkætlanir stuðlaðar, sum høvdu yvir 84,500 felagsskapir av ymiskum slag við og umleið 1,3 mio luttakarar.

Hvat kunnu vit vænta av Erasmus+?

Við Erasmus+ fáa føroyingar møguleika at luttaka í altjóða samstarvi, sum kann styrkja um førleikar, geva íblástur til heimligt virksemi og geva hópin av nýggjum samstarvsmøguleikum um alt Europa. Hetta kann vera við til at menna føroysku útbúgvingarskipanina, frítíðarvirksemið og ítróttin. Sum dømi kann nevnast, at Erasmus + játtanin í Danmark var 377 mió. kr. í 2024.

Hvussu kunnu vit luttaka?

Føroyar hava longu tikið tey fyrstu stigini til at gerast partur av Erasmus+, og fyrireikingarnar eru í gongd. Vit arbeiða við at seta á stovn eina tjóðarskrivstovu, sum skal umsita Erasmus+ skipanina í Føroyum. Hetta umfatar millum annað at kanna og lýsa øll formlig viðurskifti, sum skulu vera á staðnum, fyri at Føroyar kunnu gerast partur av Erasmus+ og í fyrstu atløgu fyrireika føroysku luttøkuna.

Meira kunning um Erasmus+ er at finna á hesum leinkjum:

Home - Erasmus+

Velkommen til Erasmus+ — Uddannelses- og Forskningsministeriet

Spennandi starv sum fulltrúi til nýggja tjóðarskrivstovu til Erasmus+

Brennir tú fyri altjóða samstørvum og menningarmøguleikum í samband við útbúgvingar, frítíðarvirksemi og ítrótt? Og megnar tú at íverkseta og skipa eitt nýtt arbeiðsøki? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Føroyar skulu gerast partur av stóru ES skipanini Erasmus+. Ein tjóðarskrivstova verður sett á stovn, sum skal umsita Erasmus+ skipanina í samstarvi við aðrar áhugapartar eitt nú Granskingarráðið.

Les meira um áhugaverda starvið her.