Dømi um Førleikameting

Dømi um eina førleikametingartilgongd
Ein førleikameting er ein skipað tilgongd, ið snýr seg um at savna inn førleikar, at skráseta førleikar, at meta um førleikar og at viðurkenna førleikar, bæði av formligum, óformligum og ikki-formligum slag. Ein førleikametingartilgongd kann t.d. síggja soleiðis út:
- Tú søkir um at verða førleikamett/ur innan eitt yrki ella fak, sum tú hevur ein ávísan kunnleika til og umhugsar at útbúgva ella førleikamenna teg innan fyri.
- Tú verður biðin um at samla allar viðkomandi upplýsingar um tínar royndir og førleikar í eina førleikamappu, sum tú kanst taka niður her
- Tú fyllir út førleikamappuna og leggur við allar viðkomandi upplýsingar og skjøl, sum kunnu hava týdning fyri førleikametingina.
- Ein málsviðgeri á Vegleiðingarstovuni, sum kann vera vegleiðari ella ráðgevi, kannar førleikamappuna og skjalatilfarið, ið tú hevur sent inn.
- Málsviðgerin setir seg í samband við teg, at kunna teg nærri um, hvat síðan skal henda.
- Málsviðgerin finnur førleikametarar við teimum røttu førleikunum at standa fyri sjálvari førleikametingini.
- Málsviðgeri og førleikametarar ráðleggja, hvussu tín førleikameting á besta og tryggasta hátt verður framd.
- Tú fært kunning og vegleiðing frá málsviðgeranum um hvat næsta stig skal vera.
- Førleikametingin kann nú verða sett í verk við tínum samtykki.
- Tú hevur samtalu við førleikametarar og málsviðgera, umframt at tú fært møguleika at svara spurningum, gera viðmerkingar og loysa onkra uppgávu, um tað verður mett at vera hóskandi, fyri at koma til eitt so rættvísandi úrslit, sum til ber.
- Førleikametarin metir um og vektar tínar førleikar og orðar niðurstøðu frá førleikametingini, ið útgreinar endamálið við førleikametingini, og hvussu væl, tú lýkur førleikakrøvini í viðkomandi útbúgving, sum førleikamett er upp ímóti.
- Niðurstøðan er eitt løggilt prógv um tínar førleikar, sum kann verða brúkt til at søkja inn til eina útbúgving, fáa part av útbúgving góðskrivaðan, ella at søkja eitt starv við.
- Niðurstøðan frá førleikametingini er ikki eitt prógv uppá, at tú hevur eina útbúgving ella ert liðugt útbúgvin innan ávísa yrkisgrein ella fak.
- Málsviðgerin ráðgevur og vegleiðir um, hvat tú kanst brúka niðurstøðuna frá førleikametingini til.