Markleys útbúgving 2021

Markleys Útbúgving 2021 - fyri næmingar á miðnámi


Markleys útbúgving hjálpir tær víðari við tínari útbúgving
Vælumtókta útbúgvingarstevnan Markleys Útbúgving verður 15. september 2021 í Norðurlandahúsinum. Markleys Útbúgving er ein útbúgvingarstevna, har útbúgvingarstovnar greiða frá møguleikum at útbúgva seg. Í ár verður eisini høvi at hoyra meira um karrieruskifti. Orsakað av koronustøðuni, eru bert føroyskir luttakarar til staðar í Norðurlandahúsinum. Okkara útlendsku gestir luttaka talgilt. Tiltakið verður opið fyri næmingum á miðnámi um dagin við einari spennandi skrá.

Frá kl. 09.00 til kl. 09.20 er skráseting á skránni. Tá tit koma inn í høllina møta tit okkum við inngongina har tit verða skrásett so vit vita at øll eru komin væl uppá pláss. Síðan fara vit inn í høllina til felagskunning.  

09.20 bjóða vit vælkomin í høllini
kl. 09.25 Jenis Av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis og Mentamálum setur Markleys Útbúgving
kl. 09.40 Durita Samuelsen greiður frá
kl. 09.55 Bankagóð fíggjarráð
kl.10.05 Maiken Skarðenni greiður frá um at velja útbúgving
Síðan fara tit víðari til tykkara fyrilestrar. Tit skulu nú, tað vil siga beint nú og ikki 15. sep. velja hvørjar fyrilestrar tit vilja hoyra. Longri nirri á síðuni velja tit, leggja tykkara navn, telefon nr. og skúla inn og siga "Skráset nú". 

Kl. 11.50 verður døgurða steðgur tá vit bjóða ein lættan bitan og tit hava møguleika at síggja og heilsa uppá tey sum eru í básinum í Norðurlandahúsinum.

14.30 Møtast vit øll aftur í høllini og tað verður lutakast um ein festival pakkað. Tit hava øll møguleika at vinna atgongumerki til komandi festivalarnar.