Nordplus er størsta útbúgvingarstuðulsskipanin hjá Norðurlandaráðharraráðnum. Hvørt ár veitir Nordplus umleið 10 milliónir evrur í stuðli til stovnar í øllum útbúgvingargeiranum í norðurlendsku og baltisku londunum til altjóða útveksling, netverk og aðrar samstarvsverkætlanir.
Nordplus er ein norðurlendsk-baltisk stuðulsskipan, sum gevur fíggjarligan stuðul til samstarv, verkætlanir og flytføri innan útbúgving og lívlanga læru.
Skipanin fevnir um Norðurlondini Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt Grønland, Føroyar og Álandsoyggjarnar. Eisini eru baltisku londini Estland, Letland og Litava við í samstarvinum.
Endamálið við Nordplus er at styrkja samstarv, netverk og menning innan undirvísing og útbúgving, og at fremja góðsku, nýhugsan og vitanarskifti millum londini.
Um stuðulsskipanirnar - program
Nordplus Junior er ætlað til lærarar og næmingar í barnagørðum, fólkaskúlum, miðnámsskúlum og innan yrkisútbúgvingarnar
Nordplus Hægri Útbúgving er ætlað til at menna samstarv fyri lærarar og studentar innan hægri útbúgvingar í Norðurlondunum
Nordplus Vaksin er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum
Nordplus Horisontal er ein tvørgangandi skipan. Verkætlanir sum fara um vanligu bólkarnar og sektorarnar og verkætlanir, sum arbeiða við øðrum, nýggjum, breiðari og meiri kompleksum málum kunnu fáa stuðul
Nordplus Mál og Mentan er skipan, sum skal menna støðuna hjá teimum norðurlendsku málunum bæði millum Norðurlondini og altjóða
Málini hjá Nordplus 2023–2027
- At styrkja og menna norðurlendsk-baltiskt samstarv innan útbúgving.
- At menna, skifta um og breiða út vitan, royndir og góða arbeiðshættir innan útbúgvingarøkið.
- At stuðla góðskumenning í útbúgvingarskipanum fyri lívslanga læring við útbúgvingarsamstarvi og samstarvi við arbeiðslívið.
- At fremja flytføri (mobilitet) í útbúgvingarhøpi og víðka um talgilt samstarv innan útbúgving.
- At fremja inkluderandi atgongd, so øll fáa møguleika at luttaka í útbúgvingarsamstarvi og menna førleikar gjøgnum samstarv á stovnsstigi.
- At fremja norðurlendsk mál og norðurlendska mentan, og at styrkja innanhýsis mál- og mentanarfatan millum norðurlendsku og baltisku londini.
- At styrkja málskilning, serliga millum danskt, svenskt og norskt.
- At vekja áhuga fyri samfelagsmálunum í Norðurlondum (danskt, finskt, føroyskt, grønlendskt, íslendskt, norskt, samiskt og svenskt), norðurlendskum teknmáli og tjóðarligum minnilutamálum.
At søkja um stuðul
Luttakandi stovnar og tiltøk skulu vera staðsett í norðurlendsku og baltisku londunum, eisini í: Álandi, Føroyum og Grønlandi. Stovnar uttan fyri hesi øki kunnu luttaka í verkætlanum, men útreiðslur teirra verða ikki fíggjaðar.
Flytførisverkætlanir (mobilitet) skulu fevna um samstarvspartar úr í minsta lagi tveimum av hesum londum: Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Ísland, Estland, Lettland og Litava, ella úr sjálvstýrandi økjunum Álandi, Føroyum og Grønlandi, sum í Nordplus virka sum sjálvstøðug lond.
Samstarvsverkætlanir skulu fevna um samstarvspartar úr í minsta lagi tveimum ella trimum ymiskum Nordplus-londum.
Allar verkætlanir skulu hava ein samskipandi stovn, sum hevur ábyrgd av umsóknini og umsitur stuðulin.
Hvør stuðulsskipan hóskar til tín? les meira um stuðulskipanirnar her
Umsóknartíðarskeið og freistir
Øll program og tiltøk hava sama umsóknartíðarskeið. Harumframt ber til at søkja um fyrireikandi vitjanir og study visits eina ferð afturat í árinum.
Árligt umsóknartíðarskeið: november–januar
Fyrsta umsóknarfreistin er 1. februar kl. 23:59 (CET).
Eyka umsóknarumfar fyri lærandi vitjanir (study visits) og fyrireikandi vitjanir er í september.
Fyrsta umsóknarfreistin er 1. oktober kl. 23:59 (CET).
Lærandi vitjan (study visit)
Ein lærandi vitjan (study visit) er ein stutt vitjan hjá skúlum ella útbúgvingarfyrisitingum í einum øðrum norðurlendskum ella baltiskum landi. Endamálið er at læra hvør av øðrum, fáa íblástur og kanna møguleikar fyri framtíðar samstarvi. Ein lærandi vitjan kann vera eitt gott fyrsta stig, áðrenn ein byrjar eina Nordplus-verkætlan. Les meira um lærandi vitjanir her
Tað ber til at søkja um stuðul til Nordplus Study Visits eina ferð um árið. Umsóknarfreistin er 1. oktober, ella næsti arbeiðsdagur, um 1. oktober fellur á ein almennan frídag. Boð verður givið um, hvørt umsóknin hevur fingið stuðul ella ikki, í seinasta lagi 1. november.
Fyrireikandi vitjan (prepratory visit)
Ein fyrireikandi vitjan (preparatory visit) er ein stutt vitjan hjá einum møguligum samstarvsparti í einum øðrum norðurlendskum ella baltiskum landi. Endamálið er at fyrireika eina felags Nordplus-verkætlan, menna hugskot og leggja ætlanir fyri samstarvið. Slík vitjan kann hjálpa samstarvspørtum at kenna hvønn annan og fyrireika eina góða umsókn. Les meira um fyrireikandi vitjan her
Freistir at søkja fyrireikandi vitjan (preparatory visit) er í februar og í oktober. Umsóknir, sum verða latnar inn áðrenn freistina í februar, fáa svar í mai. Umsóknir, sum verða latnar inn áðrenn freistina í oktober, fáa svar innan fáar vikur (í seinasta lagi í byrjanini av november).