
Felags vegleiðing - At søkja inn á tína útbúgving
7. Marts kl. 14.00 skipar Vegleiðingarstovan fyri felags vegleiðing um at søkja inn á útbúgving. Vegleiðing verður í Undirvísingarstýrinum á Hoyvíksvegi 72. 100 Tórshavn, møguleiki er eisini at luttaka talgilt.
Vit umrøða kvotu 1 og 2 og hvussu tú finnur útav hvør av teimum hóskar best til tín. Vit hyggja eftir upptøkukrøvum í Føroyum og Danmark og hvussu tú kanst best finna útav hvørjar møguleikar tú hevur fyri at sleppa inn til ymiskar útbúgvingar. Hugsar tú um at lesa úti í heimi taka vit stutt ígjøgnum hvussu tilgongdin er tú søkir at lesa sum internationalur studentur og hvat tú skalt hava í huga. Vit fara ígjøgnum tær ymisku upptøku skipanirnar stig fyri stig.
Felags vegleiðing er vegleiðing har vit í felag fara í gjøgnum evnini á skránni.
Vælkomin
Tilmelding: felags vegleiðing - at søkja inn á útbúgving

Heimurin fyri tær opin - tað kanst tú gera tær gagn av. Møguleikarnir fyri val av úbúgving eru sera nógvir. Tað kann vera trupult at finna runt í øllum møguleikunum, og samstundis letur hetta eisini upp fyri nógvum møguleikum. Minst til, at avgerðin er tín! Eisini skalt tú fylgja tínum áhugamálum, og tað tú brennur fyri, heldur enn at gera tað sum hini gera.
Tað ber bæði til at flyta uttanlands, at lesa í Føroyum og taka skiftislestur uttanlands, og lesa umvegis fjarlestur. Valið er títt. Vit hava samlað kunning um millum annað val av útbúgving, um at lesa í Føroyum og uttanlands.
Síðan er deild upp út frá landi í høgra bredda. Finn tað landið tú umhugsar at lesa í, so opnar ein síða við hentum leinkjum