Soleiðis søkir tú um studning til hægri lestur uttanfyri Danmark

Um tú ætlar tær uttanlands at lesa, viðmæla vit, at tú søkir um eitt CPR nummar og eitt danskt Nemid áðrenn tú fer avstað. Hetta ger umsóknartilgondina lættari hjá tær. Tú bíleggur eitt CPR nummar og Nemid hjá Ríkisumboðnum. Fyri at fáa CPR nummar skalt tú senda eitt umsóknarblað til Ríkisumboði, ella við at fara framvið skrivstovu teirra. Eitt umsóknarblað er á heimasíðuni hjá Ríkisumboðnum. Um tú hevur eitt CPR nummar (tí tú ert føddur í Danmark, ella hevur verið á eftirskúla td.) kanst tú bíleggja tær Nemid beinanveg. Tá ið tú skal bíleggja tær Nemid, skalt tú bíleggja eina tíð hjá Ríkisumboðnum. Legg til merkis, at tað er ein ávís veitingartíð, so søk um hetta í góðari tíð. 

Til Danmarkar at lesa? Og náddi tú ikki at fáa CPR nummar og Nemid áðrenn tú fór avstað, kanst tú fáa hetta á tað Bogerservice ið er tættast við har tú býrt. Tá ið tú hevur fingið hetta í rætt lag, kanst tú søkja um SU.

Fyri at finna útav, um tú skal søkja um SU góðkenning ella ikki, skalt tú kanna um útbúgvingin er á fast track listanum. Fast Track-listin er ein listi yvir SU góðkendar útbúgvingar.

Um útbúgvingin er á fast-track listanum, og útbúgvingin hevur ein endadato, ið er eftir tú skal byrja í skúla er útbúgvingin SU-góðkend, so kanst søkja um SU í fyrsta lagið 3 mánaðir áðrenn lestrarbyrjan. 

Um útbúgvingin ikki er á Fast track listanum, skal tú søkja um at fáa útbúgvingina á listan. 

Trýst á knappin við fýra pílum fyri at gera vegleiðingina størri

 

 

Kanst tú ikki fáa CPR nummar og Nemid - fylg hesi vegleiðing

Trýst á knappin við fýra pílum fyri at gera vegleiðingina størri.

 

Søk um stuðul frá SU til livikostnað (uttanfyri Danmark)  

Um útbúgvingin er á fast track listanum, og ikki hevur ein endadato sum er áðrenn tú skal byrja í skúla. Kanst tú søkja um SU í fyrsta lagið 3 mánaðir áðrenn tú byrjar. Um tú ikki skal lesa í Danmark, men søkir um stuðul frá SU í Danmark hava vit gjørt nakrar vegleiðingar til tín at fylgja. Legg til merkis, at tað er munur á hvussu tú gert við og uttan CPR nummar og Nemid.  

Trýst á knappin við fýra pílum fyri at gera vegleiðingina størri.

 

Um tú hevur CPR nummar og Nemid

Um tú ikki hevur CPR nummar ella Nemid

Trýst á knappin við fýra pílum fyri at gera vegleiðingina størri.

 


Tað ber ikki til at søkja um SU við afturvirkandi kraft. Seinasta freist at søkja um SU í einum mánaði er seinasti dagurin í mánaðinum. Ikki uttan so at tú ikki hevur kunna søgt um SU, tí at útbúgvingin ikki var SU góðkend. 

Byrjar útbúgvingin eftir 20. í mánaðinum, fært tú ikki stuðul fyrr enn mánaðin eftir.

Seinasta freist at søkja um SU ella broyta SU í einum kalendaraári er 1. desember.

SU letur stuðul til útbúgvingar uttanfyri Danmark í 4 ár. Studni kann veita stuðul upp til 2 ár aftrat. Les meir her

Um SU ikki veitir tær stuðul til livikostnað, ber til at søkja Studna - ÚSUN - um stuðul til livikostnað, sí meir her.
 

 3. Søk um stuðul frá ÚSUN til skúlagjaldið/Tuition Fee


SU í Danmark letur ikki stuðul til skúlagjald á bachelor stiði, tó so ber til at søkja SU um stuðil til skúlagjald á master/candidat stiði. Tí kanst tú søkja Studna - ÚSUN um stuðul til skúlagjald. Minst til at søkja um ÚSUN, áðrenn endan á fyrstu lestrarhálvu, freistin er 31. desember hjá teimum sum byrja um heystið, og 30. juni hjá teimum ið søkja um várið. Søk hóast tú ikki hevur fingið SU góðkenningina til útbúgvingina. Les meir her.  

Vanliga er tað ikki skúlagjald fyri útbúgvingar í Norðanlondum. Um tú ert í iva ert tú vælkomin at seta teg í saband við Studna
 


4. Søk um ferðastuðul í 2. lestrarhálvu


Minst til á hvørjum ári at søkja um ferðastuðul í 2. lestrarhálvu. Les meira her

 

5. Skattaviðurskifti

 

Um tú lesur uttanfyri danska kongaríkið og fært SU til tína útbúgving, ber í summum førum til at søkja um at sleppa undan at gjalda skat av SU í Danmark. Um tað ber til at sleppa undan, velst um í hvørjum landi tú lesur og hvør dubultskattasáttmáli er galdandi.

Sum mótakari av SU skalt tú altíð skattaskráseta teg hjá Skat. Tað við siga gera Skat vart við, at tú hevur fingið játtað SU frá xx.xx.xx og tí ynskir at skattaskráseta (forskudsregistrere) teg.

Soleiðis skalt tú gera, um tú ynskir at søkja Skat um ikki at gjalda skat av SU: 

Søk um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Hetta gjørt tú hjá Taks. Sí nærri á heimasíðuni hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark. Tú skalt saman við Taks útfylla oyðiblaðið: Bopæls- og skatteforhold (Residence and tax liability). Send oyðiblaði til Skat via tína skattamappu á skat.dk saman við einum telduposti, har tú greiðir frá, at tú lesur í t.d. Bretlandi og móttekur SU til tína útbúgving. Og at tú er fult skattskyldug/ur í Føroyum og tí ynskir at søkja um ‘skattefritagelse’ av SU.