Fjarlestur

Fjarlestur er ein lestrarháttur, sum er í stórari menning. Útboðið økist við nýggjum tilboðum til tey áhugaðu. Flestu útbúgvingarstovnar hava fleiri ymisk tilboð til tey, sum ætlað sær at lesa sjálvi, tað verið seg heilar útbúgvingar ella partar av eini útbúgving. 

Hættirnir ið eru brúktir eru ógvuliga ymiskir. Talan kann vera um beinleiðis sjálvlestur, har tann lesandi bert er innskrivaður, og bara møtir til kravd skeið og til próvtøku. Í øðrum førum kann undirvísingin í stóran mun vera um telduna (e-learning) tað verið seg bólkaundirvísing ella tvívegis samskifti av ymsum slagi. Í summum førum má tann lesandi møta til ávísa undirvísing í semestrinum, har t.d. bólkauppgávur vera gjørdar og mettar. Gev gætur, at tað ikki er altíð at fjarlestur er stuðulsheimilaður, so tað mást tú kanna út frá hvørjari einkultari útbúgving og útbúgvingarstovni. 

Fjarlestur kann vera sera strævin, og tað krevur stóran sjálvsaga at koma ígjøgnum, samstundis er tað ógvuliga fleksibult og er væl hóskandi til eitt fjarskotið oyggjaland.

Niðanfyri eru ymisk leinki, sum kunnu vera áhugaverd hjá tí, sum ætlar sær undir fjarlestur. Spyr tó eisini á teimum einstøku stovnunum, hvørjir møguleikar eru fyri fjarlestri.

les.fo - um fjarðlestur.