Etiskar leiðreglur fyri vegleiðing

Etiskar leiðreglur fyri vegleiðing og vegleiðarafakið

Vegleiðingin byggir á gransking og royndir. Vegleiðarin leggur seg eftir at mennast innan yrkið og at fylgja menningini innan ástøði og mannagongdum fyri vegleiðing.

Vegleiðarin virðir einstaka borgaran, fremur rættvísa og eins viðferð og mótarbeiðir øllum mismuni.

Vegleiðarin stuðlar hinum einstaka í frítt og gjøgnumhugsað at velja yrkis- og/ella lestrarleið.

Vegleiðarin strembar eftir at hava gott sjálvsinnlit, at kenna egnan hugburð og meting av einstaklingum og samfelagnum.

Vegleiðarin kennir og fylgir galdandi reglum um tagnarskyldu.

Vegleiðarin kennir egin førleikamørk og vísir til onnur við øðrum førleikum, tá tað krevst.


Einstaklingurin

Vegleiðarin setir hin einstaka í miðdepilin og fremur ikki seráhugamál.

Vegleiðarin lagar vegleiðingina eftir tí, sum borgarin leitar eftir.

Vegleiðarin strembar eftir at veita hóskandi, greiða og óhefta kunning.

Vegleiðarin ger greitt, hví tey hittast og hvørjar førleikar hann/hon hevur.

Vegleiðarin handfer uppgávur um persónlig viðurskifti við virðing fyri heila menniskjanum.

Vegleiðarin strembar eftir at verða óheft/ur og til reiðar at grundgeva fyri meiningum og gerðum.

Vegleiðingar verða grundaðar á virðing og strembað verður eftir góðum sambandi.

 

Samfelagið

Vegleiðing verður skipað sambært lógum, kunngerðum, mannagongdum og leiðreglum.

Vegleiðarin kennir hesar og byggir vegleiðingaryrkið á nevndu skipanir.


Føroyska úr svenskum -  SVF-Etisk-deklaration vagledarforeningen.se