Hvør kann Førleikametast

Hvør kann førleikametast?

Øll, sum eru fylt 25 ár og hava 3 ára starvsroyndir, kunnu verða førleikamett. Førleikametingin kann vera við til at gera av, um tú lýkur treytirnar fyri at fara undir ávísa útbúgving, ella um tú kanst fáa ávísan part av útbúgvingini góðskrivaðan. Hevur tú viðkomandi førleikar, skal tað ikki vera neyðugt hjá tær at fara í skúla ella læru fyri at læra hesar førleikar umaftur.

Fyri ávísar handverkaraútbúgvingar er treytin fyri at verða førleikamettur 30 ár, og persónurin skal hava í minsta lagi 5 ára starvsroyndir. Hesar útbúgvingar eru timbur-, bilmekanikara-, elektrikara-, maskin-, rør og blikk- og hárfríðkanarútbúgving.

Ert tú fylt/ur 25 ár og hevur í minsta lagi 3 ára arbeiðsroyndir, tá tú søkir um at verða upptikin til eina føroyska útbúgving, eigur tú at kanna, um tú møguliga skalt lata teg førleikameta. Onkuntíð kann tað vera ein fyrimunur at verða førleikamett/ur í sambandi við, at tú skalt í útbúgving, onkuntíð er fyrimunurin lítil ella eingin, og onkuntíð letur tað seg ikki gera at førleikameta innan onkrar útbúgvingar, eina mest tí at tað av ymsum ávum ikki er búgvið at førleikameta innan allar útbúgvingar enn.