
Hvat er førleikameting?
Tað stutta svarið er: Meting og viðurkenning av førleikum – bæði formligum og óformligum – ið eru vunnir í og uttan fyri formligu skúlaskipanina.
Ein førleikameting verður altíð gjørd upp ímóti førleikakrøvunum í einari útbúgving ella pørtum av einari útbúgving, t.d. í einari lærugrein. Ert tú 25 og hevur í minsta lagi 3 ára starvsroyndir, líkur tú treytirnar fyri at verða førleikamett/ur. Tó skalt tú vera fylt/ur 30 og hava í minsta lagi 5 ára starvsroyndir fyri at verða førleikamett/ur upp ímóti einari tøkniligari lærlingaútbúgving, so sum timburútbúgving, elektrikaraútbúgving, metalútbúgving og hárfríðkanarútbúgving.
Ein førleikameting kann eisini verða gjørd upp ímóti einum yrkis-standardi, men tá verður sum oftast eisini hugt eftir ymiskum útbúgvingarligum krøvum, ið sett verða til eitt og hvørt yrki.
Førleikametingin fylgir teimum útbúgvingarligu lógarkørmunum, ið eru galdandi. Førleikametingin verður framd sambært lóg og kunngerð um førleikameting, og vit fylgja norðurlendskum og evropeiskum leiðreglum á økinum.

Hví lata seg førleikameta?
Útbúgving og læring eru týdningarmiklir tættir í okkara samfelag, bæði fyri tann einstaka, fyri vinnuna og fyri samfelagið sum heild. Tí er umráðandi, at øll, sum tíðliga fóru úr skúlanum út á arbeiðsmarknaðin at royna sínar førleikar, fáa møguleika at taka eina útbúgving seinni í lívinum, um tey hava hug til tað. Hetta er ikki altíð so lætt, sum tað kann tykjast, men tað er ongantíð ov seint at taka eina útbúgving, bara hugurin er til staðar.
Her kann førleikametingin vera við til at gera tað lættari hjá tær sum vaksnum at taka eina útbúgving, og á tann hátt styrkja støðu tína á arbeiðsmarknaðinum. Førleikametingin skal m.a. tryggja, at tú ikki skalt vera noydd/ur at læra teg førleikar, sum tú longu hevur.