Markleys útbúgving 2022

Markleys Útbúgving er eitt upplýsingarátak ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum, men onnur, sum ynskja kunning um útbúgvingarmøguleikar, eru eisini vælkomin.

Markleys Útbúgving 2022 var 2. november í Norðurlandahúsinum.

Næmingar frá miðnám meldaðu seg til fyrilestar og básar á degnum. Meira kunning um tilmelding var hjá vegleiðarinum á miðnámi.  

Sí tilmelding til Markleys Hvølpar her

Sí tilmelding til Markleys Kettlingar her

Um tú ert áhugað/ur í at fáa kunning, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo.

Vegleiðingarstovan samstarvar millum annað við MFS, Ráð teirra lesandi, Yrkisdepilin, Lestrarvegleiðarafelagið og útlendsk vegleiðarfeløg um at geva miðnámsnæmingum eitt gott grundarlag at velja sína víðari útbúgving.

Við at upplýsa um nógvu valmøguleikarnar, fáa miðnámsnæmingarnir íblástur og betri vitan, um ta stóru lestraravgerðina.