Stóra Bretland

Viðkomandi leinkjur til hægri lestur í Stóra Bretlandi 

 

Seinast dagført: 27. apríl 2021

Umstøðurnar at fara undir hægri lestur í Bretlandi eru ikki lítið broyttar eftir Brexit skiftistíðina sum endaði 31, desember 202020, og neyðugt er tí at seta seg inn í nýggj krøv, mannagongdir og tíðarfreistir.  
 
At søkja inn til hægri lestur í Bretlandi 
Tá tú skal søkja inn á hægri lestur í Bretlandi, ræður um at vera í góðari tíð. Fyrra umsóknarfreistin er 15. oktober (har tú byrjar í skúla næstan eitt ár seinni). Hendan umsóknarfreistin er galdandi fyri útbúgvingar á Cambrigde og Oxford, umframt lækna, djóralækna og tannlækna útbúgvingar. Seinna umsóknarfreistin er 15. Januar, og er galdandi fyri aðrar útbúgvingar. Tí er gott at kanna í góðari tíð, nær umsóknarfreistin til tína útbúgving er.  
Inni á heimasíðuni UCAS, t.e. Universities and Colleges Admission Service in the UK, kanst tú lesa um ymiskar útbúgvingar í Bretlandi. Tað er eisini har tú søkir inn á hægri lestur. Tú stovnar tær fyrst ein profil, og tá tú hevur ein profil, fyllir tú teigarnar út. Tá tú hevur innritað, sært tú eisini vegleiðingar til at útfylla teigarnar.  
  
Tá ið umsóknarfreistin er farin, ella tú hevur sent umsóknina endaliga inn 
Tá ið tú hevur søkt inn, mæla vit tær til, at søkja um eitt CPR nummar og eitt danskt Nemid hjá Ríkisumboðnum. Legg til merkis, at tað kann væntast nakað av bíðitíð, so gott er at fara undir hetta beinanveg.  

Meðan tú bíðar eftir CPR nummar og Nemid, mæla vit tær til, at kanna um útbúgvingin er SU góðkend. Góðkendar útbúgvingar eru at finna á Fast Track listanum hjá SU. Meginreglan hjá SU er, at útbúgvingarnar eru góðkendar fyri 4 ár í senn, og tað kann vera at tín útbúgving júst er farin av listanum. Les allar reglur og treytir um góðkenningar av útbúgvingum hjá SU. Um útbúgvingin er á Fast Track listanum, og útbúgvingin hevur eitt endadato, ið er eftir at tú skal byrja í skúla, er útbúgvingin SU-góðkend. 
Um útbúgvingin ikki er á Fast track listanum, skal tú søkja um at fáa útbúgvingina á listan. Tað er nú at tú fær brúk fyri CPR nummarinum og Nemid, ið gera umsóknarmannagongdina lættari. Her kanst tú lesa meira um hvussu tú søkir um SU góðkenning. Legg til merkis, at tað kann taka upp til 3 mánaðir at fáa eina útbúgving góðkenda til SU, so byrja í góðari tíð, helst beint eftir tú hevur søkt inn. Um bíðitíðin til CPR nummar og Nemid er long, kanst tú søkja um SU góðkenning uttan hesi, tó so at umsóknartilgongdin er munandi lættari við einum CPR nummari og Nemid. Um SU avvísir tína umsókn er mannagongdin at tú søkir Studna um stuðul til livikostna. Um tú hevur spurningar kanst tú seta teg í samband við Studna ella Vegleiðingarstovuna.

  • Umráðandi er at søkja Studna um skúlagjald og møguligan livikostnað til tíðina. Skúlagjald og livikostnaður fæst frá tí lestrarhálvuni, tá ið søkt verður. Lestrarhálvurnar eru at skilja sum galdandi frá 1. august til 31. desember og frá 1. januar til 30. juni. Tað er tí umráðandi at søkja skjótast gjørligt, eisini sjálvt um útbúgvingin ikki er góðkend.

Harafturat mæla vit til, at tú bíleggur tær eitt nýtt pass. Í vegleiðing síni viðvíkjandi innferð til Bretlands staðfestur UK Border Control, at ‘You can enter the UK with either a passport or national identity card issued by an EEA country or Switzerland that should be valid for the whole of your stay’, og heitir á ferðandi um at kanna um teimum tørvar eitt visum. Les meir um visum niðanfyri.

Somuleiðis staðfesta bretskir mynduleikar í vegleiðing síni viðvíkjandi førleikakrøv fyri enskum máli, at ‘You must prove you can read, write, speak and understand English to a certain level on the Common European Framework of Reference for Languages (CEFR) scale’. Fyri hægri útbúgvingar er talan um CEFR level B2. Vegleiðingin greiðir somuleiðis frá, at ’If you’re studying at degree level or above, your Higher Education Provider (HEP) can assess your level of English themselves. This means they may ask you to do a different test’ og at ‘This must still be equivalent to CEFR level B2’. Til ber at finna góðkendar veitarar av Secure English Language Test (SELT) málroyndum í yvirliti í somu vegleiðing. Um tú ivast í hvussu tú kan taka hesa royndina, kanst tú seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna. 
 
Tá ið tú fær svar frá Universitetinum 
Tú skal í fyrsta umfari taka endaliga av plássinum tú hevur fingið. Um tú hevur søgt inn á fleiri útbúgvingar, mást tú velja eina. Síðani fært tú eitt CAS nummar, ið tú skal brúka fyri at søkja um visum. 

Hevur tú ikki bretskan ríkisborgararætt ella ES rættindi tryggja undir EU Settlement Scheme, vísir visum finnarin hjá bretskum myndugleikum at neyðugt at søkja um student visa visum áðrenn tú flytir til Bretland í lestrarørindum. Til ber at søkja um Student Visa visum seks mánaðar áðrenn lestrarbyrjan, tó bert eftir at Confirmation of Acceptance for Studies (CAS) upptøkuskriv er móttikið frá lærustovninum, tí neyðugt er við CAS upptøkuskrivi og galdandi passi tá søkt verður.

Bretska viðgerðin av visum umsøknini tekur eisini atlit til fíggjarligu støðuna hjá umsøkjaranum og tú skalt møguliga senda skjalfesting um hvussu tú fíggjar lesnaðin og uppihaldið. Studni kann lata stuðul til skúlagjald, sí nærri kunning á heimasíðuni hjá Studna ella hjá Vegleiðingarstovuni. Tú kann, um tú hevur søkt ÚSUN um stuðul til skúlagjald, fáa eitt játtanarskriv frá Studna, um at tú fær stuðul til skúlagjaldið. 

Viðgerðin av visum tekur somuleiðis atlit til málførleikar í enskum, eins og nevnt omanfyri. 

Ert tú uttanfyri Bretland tá tú søkir, kostar tað £348 at søkja um Student Visa visum, umframt sonevnt healthcare surcharge gjald. 
Týdningarmikið er, at tú ikki keypir tær flogferðaseðlar fyrr enn tú hevur fingið váttan um at Student Visum umsókn tín er gingin á møti. 
Tá ið tú hevur fingið eina SU góðkenning, kanst tú søkja SU um stuðul, í fyrsta lagið 3 mánaðir áðrenn lestrarbyrjan.  
 
 

Góðar leinkjur  
Vegleiðingarstovan
Ríkisumboðið
SU
Studying in the UK: guidance for EU students 
StudyUK síðan hjá British Council 
UKCISA (UK Council for International Student Affairs) 
UCAS (Universities and Colleges Admission Service in the UK) 
Language Cert

Um tú ætlar tær at søkja um upptøku á bachelor í Bretlandi

Skrásetingin

Skráseta teg sum brúkara á www.ucas.com undir:Undergraduate- síðani Applying to university– so Filling in your UCAS Undergraduate application.

Góð vegleiðing er á heimasíðuni og á online-oyðublaðnum. Hvørt punkt hevur eitt ”?”, og har eru týdningarmestu frágreiðingarnar at finna.

Haðani kemur tú inn á síðuna Register to use apply. Síðuni fert tú inn á Undergraduate  og 2022 Entry - og vel Apply. Um tað er fyrstu ferð, tú ert inni her, so velur tú "Register and log in". Fylg vegleiðingini, tá tú fyllir “Initial details” út. Vel loyniorð og 4 trygdarspurningar við røttum svari. Trýst á “Next” fyri at gera fyrsta part av skrásetingini lidna og ger eitt brúkaranavn. Skriva brúkaranavn og loyniorð niður, tí tú skalt brúka tey til at byrja upp á umsóknina, og hvørja ferð tú ritar innaftur. Viðvíkjandi spurninginum ”How are you applying?”, skalt tú sum føroyskur umsøkjari við eini bakgrund úr føroyskum skúla velja ”As an individual”. Síðani setur tú krossin, at tú býrt uttanfyri UK. Nú kemur spurningurin um at upplýsa ”Verification code”. Kotan eigur at vera komin á tín teldupost og skal skrivast í opna teigin.                                        
Tá skrásetingin er liðug, skalt tú byrja uppá sjálva umsóknina. UCAS-umsóknin hevur 6 høvuðspartar: Personal details, (Student finance), Choices, Education, Employment, Statement og Reference. Teigar sum skulu fyllast út eru merktir við *.

1. Personal details

Byrja við at gera “Personal details” liðugt. Flestu upplýsingarnar eru longu útfyltar í sambandi við skrásetingina. Kanna um upplýsingarnar eru rættar. Is your permanent home in the UK?  “NO”. Skriva hvørjum landi tú ert fødd/ur í.
Undir ”Date of first entry to live in the UK” nevnir tú dagfestingina, tá tú ætlar tær til Bretlands at lesa. Dagfestingin er ikki bindandi, men vegleiðandi. 15. September 2022 kann vera eitt dømi.
”Nationality”: Vel ríkisborgaraskapin, sum stendur í tínum passi “Danish” ((IKKI “Faroese”)).
”Dual nationality”: Har skal einki standa.
”Area of permanent residence”: Vel ”Faroe Islands”.
”Residetial category”: Vel ” EU National (non-UK Citizen)”, um tú ert danskur ríkisborgari búsitandi í Føroyum.
”Reference numbers”: Her skalt tú skriva skrásetingarnummarið til málroyndina, um tú hevur tikið eina ella meldað teg til eina. Annars skalt tú einki skriva.
“Passport details”: Danskir ríkisborgarar við reyðum passi skulu ikki hava visum. Um tú hevur reytt pass, skalt tú ikki skriva undir hesum teiginum. Grønt pass krevur ”Entry Clearence”.
”Student support/Fee code”: Vel “09 International Agency”, um tú fært stuðul frá Studna til tuition fees í Onglandi, Wales ella Norðurírlandi. Til útbúgvingar í Skotlandi skalt tú skriva “02” og velja “Student AA Scotland” við Student support arrangements. Til spurningarnar, um tú hevur búð og arbeitt í EU (hevur EU-pass) og um tú hevur foreldur ella maka, sum eru EU-borgarar (hava EU-pass), skalt tú svara ”Yes” í báðum førum.
(Tú skalt kunna um ”Criminal convictions”, um hetta er galdandi fyri teg.)
Við “Nominated Access”, skalt tú bara skriva nakað, um tú ynskir, at onkur skal kunna tosa um tína umsókn við UCAS og universitetini, um tú ikki ert tøk/ur.
”Disability/Special needs”: Um hetta ikki er galdandi fyri teg, skalt tú trýsta á ”see list” og velja ”No disability.”
Tá hesin parturin av umsóknini er liðugur, skalt tú trýsta á ”save” og kross við ”section completed”.

(”Student finance”: Set eitt frámerki í “I have read these details”. Koyr flugubein í ”section completed” og trýst síðani ”save”, og annars skalt tú einki annað gera.)

2. Choices

Her skalt tú velja útbúgving og stovn. Tú hevur í mesta lagi 5 valmøguleikar. Søkir tú um at lesa medisin, til djóralækna ella til tannlækna, kanst tú í mesta lagi velja 4 skúlar. Tú kanst ikki gera ein raðfestingarlista yvir stovnarnar, tí teir verða automatiskt skipaðir eftir alfabetinum.
Tú kanst ikki søkja bæði á Oxford og á Cambridge.                                                     

"add a choice"
”Institution code”: Trýst á ”see list” og finn títt universitet.
”Course code”: Finn tína útbúgving á listanum.
”Campus code”: Er vanliga ”Main site”.
Finn ”Start date” á listanum. (Sept. 2022)
Trýst á “?” við síðin av ”Further details”, tí tað kann vera, at tað er galdandi fyri teg.
”Live at home?”: Vel “no”.                                                                                                   

Um tú søkir upptøku til fyrsta árið av eini bachelorútbúgving, skal “Point of entry” standa opið.  Koyr eitt flugubein í “section completed” og trýst til síðani á “save”. Um tú ynskir at velja fleiri útbúgvingar, so velur tú "add a choice".

4. Employment

Hevur tú arbeiðsroyndir, skalt tú skriva tær í “Employment”.
Trýst “add an employer” og fylg vegleiðingini. Um tú ikki hevur arbeiðsroyndir, trýst so á ”section completed” og “save”.

5. Statement

Hetta er ein týðandi partur av umsóknini. Stórur dentur verður lagdur á ”Personal Statement”, tá skúlin metir um tína umsókn. Nýt tíð at arbeiða við hesum í einum øðrum skjali, og set síðani alt "Personal Statement (motivatiónsbrævið)" inn í tann stóra tóma teigin. Tað er mark fyri, hvussu nógv títt ”Personal Statement” kann fylla, so ansa eftr, at tú heldur teg innanfyri loyvda markið. Trýst á ”save” og ”preview” og koyr síðani flugubein í ”section completed”, sum er á síðuni, ið kemur fram. Góð vegleiðing at skriva "Personal Statement" er at finna á http://www.ucas.com.

6. Reference

Her skalt tú skriva navn og upplýsa ein persón og E-mail hjá hesum persóni, sum kann skriva eitt ummæli  um teg. Tað skal vera ein við akademiskari bakgrund (lærari, vegleiðari o.s.fr.). Hesin persónurin fær ein teldupost frá UCAS og verður biðin um at senda eitt ummæli elektroniskt. UCAS skal hava ummælið, áðrenn tú kanst senda lidnu umsóknina avstað.                                                                                                                                   

Tú kanst kanna, um umsóknin er í lagi við at trýsta á ”View all details”. 
Síðani skalt tú gjalda og senda umsóknina. Tað seinasta tú gert í hesi atløgu er at velja ”Pay/send”. 

Umsóknarfreistin er 15. januar 2022 kl. 18.