Á hvørjum máli ynskir tú at lesa?
Útbúgvingarstøð seta krøv til málførleikar bæði í mun til málið sum undirvíst verður á í útbúgvingini, tilfar sum verður nýtt í útbúgvingini og á ávsínum útbúgvingum er málførleiki serstakt krav til upptøku.
Í Føroyum kann talan verða um at tað í høvuðsheitum verður undirvíst á føroyskum, meðan tilfar kann verða á norðurlendskum máli og/ella enskum.
Fólkaskúli í Føroyum og føroyskt miðnám
Hevur tú tikið fólkaskúla í Føroyum og hevur føroyskt miðnám hevur tú møguleika at lesa í Føroyum við tínum málførleikum. Fróðskaparsetrið og Glasir, hægri nám avgerða hvørjir málførleikar krevjast til útbúgvingar, ert tú í iva um tínar málførleikar, kann krøvini til útbúgvingina tú ynskir at taka hjá Fróðskaparsetinum og Glasir, hægri nám.
Við fólkaskúla og miðnám úr Føroyum fær tú samstundis atgongd til at lesa í Danmark og í summum førum norðurlondum. Eins og í Føroyum er tað upp til universiteti sum tú søkir inná at avgerða um tínir málførleikar eru nøktandi til útbúgvingina, aftrat hesum er ein avtala millum Føroyar og Danmark, sum ger at tú kanst umskriva títt føroyskt A til danskt A. Ert tú í iva? les avtaluna her
Tað er eisini møguligt at fara á málsligt fyrireikingarskeið í einum landi har tú ynskir at læra máli og eftir tað taka útbúgving í landinum. Les meir um málsligt fyrireikingarskeið
Tú kanst eisini lesa í enskt talandi londum ella á internationalum útbúgvingum
Talan kann verða um universitet í enskt talandi londum, eins og fleiri lond hava international universitet har undirvísingarmáli er enskt. Universitetini seta krøvini til málførleika og tað kann verða ymiskt hvørji krøvini eru. Um tú hevur enskt A frá miðnám og høgan karakter í lærugreinini kann tað verða nøktandi til upptøku á universitetinum í heiminum, men ein stórur hópur av universitetum krevja at tú tekur eina enskt roynd áðrenn tú fær endaliga upptøku á universiteti. Les meir um enskt roynd undir IELTS roynd í enskum máli.
Ert tú skiftislesandi ella er flutt úr øðrum skúla
Ert tú skiftislesandi, hevur flutt úr øðrum skúla til fólkaskúlan ella miðnám kanst tú verða partvís friðtikin føroyskt sum lærugrein. Les meir um tað her (Rundskriv um næmingar við fremmandmálsligum bakstøði).
Fríðtøkan frá føroyskum kann broyta tínar fortreytir til at upptøku á universiteti. Í Føroyum er tað Fróðskaparsetrið og Glasir, hægri nám, sum avgerð hvørjir málførleikar krevjast til upptøku. Tað kann verða neyðugt at søkja um kvotu 2 upptøku, eins og krøvini kunnu verða ymisk frá útbúgvingin til útbúgving. Set teg í samband við Fróðskaparsetið ella Glasir, hægri nám fyri at hoyra nærri um krøvini til málførleikar í samband við upptøku.
Møguleikin at lesa í Danmark og Norðurlondum er avmarkaður, í teimum førum har føroyskt A ikki kann verða flutt til danskt A, somuleiðis kann tað verða avbjóðandi í norðurlondum at fáa upptøku tá flyting av føroyskum til annað mál er avmarkað. Les meir um avmarkingarnar í avtaluni
Hevur tú málførleikar í donskum kanst tú taka danskt roynd, sum vísir tínar førleikar. Les meir her
Tú hevur møguleika at lesa í enskt talandi londum har útboðið av útbúgvingum er stórt og flestu universitet taka ímóti internationalum lesandi. Tú hevur eisini møguleika at gerast internationalur lesandi í einum landi sum ikki er enskt talandi. Flestu lond hava internationalar útbúgvingar við enskum undirvísingarmáli og tú lesur saman við fólki úr øllum heiminum. Hesin møguleikin er eisini í norðurlondum og í Danmark, tó er útboðið av internationalum útbúgvingum í Danmark lækka seinastu árini og tí er útboðið avmarkað. Les meir á www.vegleiding.fo um teir ymisku møguleikarnar til internationalar útbúgvingar og útbúgving í enskt talandi londum.
Internationalar útbúgvingar krevja í flestu førum skúlagjald. Við ÚSUN skipanini hjá Studna, kanst tú fáa upp til 100.000 kr um árið til skúlagjald, tískil hevur tú atgongd til eina breiða viftu av útbúgvingum í heiminum. Les meir um krøvini til ÚSUN stuðul her.
Tínir møguleikar til at lesa internationalt er ikki ávirkaðir av fríðtøku frá føroyskum á miðnám.
Tú hevur eisini møguleika at fara á málsligt fyrireikingarskeið í einum landi har tú ynskir at læra máli og eftir tað taka útbúgving í landinum. Les meir um málsligt fyrireikingarskeið
IELTS roynd í enskum máli
IELTS er ein roynd í enskum máli fyri tey, sum ynskja at flyta millum lond at lesa á hægri lærustovnum, og er ein av góðkendu málroyndunum, sum útlendsk universitet krevja.
IELTS-roynd verður fyriskipað einaferð árliga í Føroyum - vanliga í mai mánaði.
Tú teknar teg til royndina við at fara inn á https://ielts.britishcouncil.org/edu. Far til breddan til vinstru "Find Test Date" og útfyll upplýsingarnar har, og fylg so vegleiðingini á síðuni.
Prísurin er 2.425 kr. (2019)
Melda teg til í góðari tíð, í seinasta lagi 8 dagar áðrenn royndina.
Úrslitini koma 2-3 vikur eftir royndina.
Fylg leiðbeiningini, og tá tú hevur teknað teg, fært tú ein teldupost, ið sigur, hvat tú síðani skalt gera. Um góðskan verður nóg góð, ber til at skanna skjølini og senda tey við telduposti.
Tú kanst lesa meiri um royndina her.
Málsligt fyrireikingarskeið
Henda skipanin veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki enskt-talandi londum, og er ætlað teimum, ið fara at lesa hægri lestur í hesum londum. Stuðulin verður í fyrstu atløgu veittur sum lán til skúlagjald og lán til livikostnað. Til skúlagjaldið verður veitt lán, tó vanliga í mesta lagi kr. 20.000,00. Skúlagjaldið umfatar bert útreiðslur, ið hava beinleiðis við lesturin at gera. Til livikostnað verður veitt lán. Lánsupphæddin, ið verður veitt hvønn mánað er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum – skúlaárið 2019/2020 er henda upphædd kr. 4.414,00. Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir, men er talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp til 1 ár.
Tað serliga við hesi skipan er, at um tú, innan 15 mánaðir eftir at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fert undir hægri lestur á lærustovni í landi, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini umløgd til studning. Umleggingin verður framd, eftir at tú hevur tikið próvtøkurnar á fyrsta lestrarári í útbúgvingini. Um málsliga fyrireikingarskeiðið er undir lestrinum, verður umleggingin frá láni til studning framd, eftir at tann lesandi hevur skjalprógv frá lestrarstaði um lestrarvirkni og váttan fyri lokið málskeið. Um málsliga fyrireikingarskeiðið er eftir lokna útbúgving, verður umleggingin frá láni til studning framd, eftir at tann lesandi hevur skjalprógv fyri lokna útbúgving og váttan fyri lokið málskeið.
Les meir um treytir og umsóknarmannagongd her.