Hvat fæst við førleikameting?
Vinnan vitjar á Glasi
Kunning um førleikameting fyri vinnu, stovnum og øðrum starvsfólki, í sambandi við tiltakið "Vinnan vitjar" 23. mars. John Dalsgarð samskipari í Vegleiðingarstovuni hevði kunnandi framløgu um møguleikarnar við førleikameting og førleikamenning.
Í framløguni greiddi John Dalsgarð frá, hvat tað einstaka starvsfólkið og tað einstaka virkið kunnu fáa burtur úr førleikameting, og hvussu førleikameting verður framd í verki.
Førleikameting er serlig ætlað vaksnum fólki við starvsroyndum, sum kundu hugsað sær at verið førleikament innan ávíst yrki ella fingið eina útbúgving.
Vit hava í rúma tíð hoyrt um kappingina um starvsfólkini. Tá ræður um hjá virkjunum, at kunna bjóða starvsfólkunum sømdir og umstøður, sum fáa tey at støðast á arbeiðsplássinum.
Førleikamenning og útbúgving eru týdningarmiklir faktorar í hesum, og tá kann tað vera ein fyrimunur, bæði fyri virkið og tann einstaka at fáa førleikarnar hjá starvsfólkunum mettar og viðurkendar.
Framløgan hjá John Dalsgarð kann takast niður her: Hvat fæst við førleikameting?