Á Vegleiðingarstovuni kunnu øll í Føroyum fáa javnbjóðis atgongd til góða vegleiðing innan útbúgvingar-, læru- ella arbeiðsmøguleikar. Øll útbúgvingarøki eru umboðaði á Vegleiðingarstovuni. Tí er altíð møguleiki fyri dygdargóðari vegleiðing – og vit vita, hvønn vit skulu seta okkum í samband við fyri at fáa besta svarið upp á spurningar og ivamál.

Vit bjóða tykkum hjartaliga vælkomin til bólkavegleiðingar, sum verða hildnar alt árið við ymiskum evnum. Vegleiðingarnar, sum eru á skránni, síggjast í kalendaranum. Tit kunnu melda tykkum til tær vegleiðingarnar, sum hóskandi eru til tykkara tørv.
Bólkavegleiðingar
Í okkara bólkavegleiðingum eru vanliga upp til 7 luttakarar. Um áhugin er stórur, bjóða vit fleiri tíðir. Hvør vegleiðing varir umleið ein tíma. Vit fara ígjøgnum evnið, og tit fáa høvi at seta tykkara spurningar. Við endan taka vit samanum og tryggja okkum, at tit hava tær praktisku upplýsingarnar, sum tit hava tørv á til tykkara næsta stig.
Um tørvur er á tí, ber eisini til at seta einstakar spurningar eftir vegleiðingina.
Hvat skal eg hava við?
Tað er gott, um tit hava eina telefon við internetsambandi ella telduna við tykkum. Vit brúka stórskíggja við QR-kotu, sum tit kunnu skanna.

Vel útbúgving
Heimurin er opin – tað kanst tú gera tær gagn av.
Valmøguleikarnir fyri útbúgving eru nógvir, og tað kann tykjast trupult at finna fram í øllum valunum. Men júst hetta ger tað eisini spennandi – tí tú hevur møguleikar! Minst til: avgerðin er tín!
Tú kanst velja at lesa í Føroyum, fara uttanlands, taka skiftislestur ella fjarlestur.
Hevur tú brúk fyri hjálp til at fáa greiðu á, hvat hóskar best til tín? So er vegleiðingin Vel útbúgving júst fyri teg.
Skrá
- Vælkomin
- Útbúgvingarmøguleikar
- Tættari tínari avgerð
- Títt næsta stig
Melda til komandi vegleiðingar her: Bóka tíð til Vegleiðing

At søkja inn á universitet
At fara undir hægri útbúgving er ein spennandi lívshending – eitt nýtt kapittul byrjar við nýggjum útbúgvingarstaði, nýggjum vinfólkum og møguleikanum at læra og mennast enn meira. Men leiðin frá at hava valt sær útbúgving til fyrsta undirvísingardag kann vera avbjóðandi, serliga um tú roynir hetta fyri fyrstu ferð.
Tað er nógv praktiskt, sum skal fáast upp á pláss: at søkja inn á universitet, finna bústað, flyta til nýtt stað, søkja lestrarstuðul – og ikki minst at koma væl frá landi við sjálvari útbúgvingini.
Hevur tú spurningar um at søkja inn á universitet og alt, sum hoyrir til?
Tá er henda vegleiðing júst fyri teg!
Skrá
- Vælkomin
- At søkja inn á universitet
- Stuðulsmøguleikar og at søkja stuðul
- Bústaður
- Títt næsta stig
Melda til komandi vegleiðingar her: bóka tíð til vegleiding

Supplering og sabbatár
Tá tú skalt søkja inn á universitet, eru vanliga trý sløg av upptøkukrøvum, sum tú skalt lúka: tað generella, tað serliga og tað lokala. Tað generella kann t.d. vera eitt miðnámsprógv, meðan tað serliga snýr seg um ávís fak og torleikastig, sum B- ella A-stig í einum ávísum faki. Tey lokalu krøvini kunnu fevna um málførleikar ella eitt ávíst miðaltal. Um tú ikki røkkur hesum krøvum beinanvegin, so er tað ikki endin á málinum. Tað ber nevniliga til at supplera fak ella stig, og har eru fleiri ymiskir møguleikar at velja ímillum, alt eftir hvat hóskar til tín. Tú kanst t.d. vera stakgreinalesandi, lesa sjálvstøðugt í Føroyum, taka fak á netinum ella fara á turboskeið í Danmark, sum vara ein ella fáar mánaðir. Fleiri av hesum suppleringsmøguleikunum í Danmark geva eisini møguleika fyri at fáa SU.
Hevur tú longu funnið tína draumaútbúgving, men røkkur ikki upptøkukrøvunum enn, so er henda vegleiðingin júst fyri teg. Her fært tú hjálp og kunning um, hvussu tú kanst arbeiða víðari móti tínum máli – eisini um tú hugsar um at taka eitt sabbatár og vilt brúka tað á ein virknan og skilagóðan hátt.
Skrá
- Vælkomin
- Krøv til universitet
- Supplering
- Sabbatár
- Títt næsta stig
Melda teg til vegleiðing her:Bóka tíð til vegleiðing

Lesur tú á hægri útbúgving, hevur tú møguleika fyri skiftislesturi
Tú kanst til dømis fara undir skiftislestur uttanlands, um skúlin, tú gongur á, hevur samstarvsavtalu við ein líknandi útbúgvingarstovn í øðrum landi. Velur tú skiftislestur ígjøgnum eitt skiftisprogram, fært tú fíggjarligan stuðul til uppihaldið, og tú skalt ikki gjalda fyri sjálva útbúgvingina. Velur tú hinvegin at fara uttanlands uttan at vera partur av einum skipaðum skiftisprogrammi, hevur tú møguleika at søkja stuðul, eitt nú útisetastipendium.
Um tú fert á skiftislestur sum partur av einum skipaðum skiftisprogrammi, skulu lærugreinarnar teljast við í tíni útbúgving. Hetta merkir eisini, at tú kanst lesa eitt semestur uttanlands uttan at útbúgvingartíðin verður longd.
Hugsar tú um at fara uttanlands eitt semestur? So er henda vegleiðing júst fyri teg!
Skrá
- Vælkomin
- Skiftislestur
- Faksamanseting
- Stuðul
- Títt næsta stig
Melda teg til komandi vegleiðingar her: Bóka tíð til vegleiðing

At søkja inn á universitet í Stóra Bretlandi
Heimurin er stórur, og møguleikarnir fyri útbúgving eru nógvir. Ein útbúgving ella eitt lestraruppihald uttanlands kann geva tær møguleika at sergreina teg fakliga á økjum, sum ikki eru tøkt heima, og kann eisini vera fyrsta stigið á leiðini móti einum spennandi starvi heima ella uttanlands í framtíðini.
Tú kanst velja at taka eina fulla útbúgving uttanlands, ella at leggja eitt lestraruppihald í útlandinum afturat tíni útbúgving heima.
At fara uttanlands til lestrar krevur góða fyrireiking. Vanliga skalt tú byrja at leggja til rættis lestraruppihaldið upp til eitt ár áðrenn, tú ætlar tær avstað.
Hugsar tú um at søkja inn á útbúgving í Stóra Bretlandi, so er henda vegleiðing júst tann rætta fyri teg.
Skrá
- Umsóknartilgongdin
- Upptøkukrøv
- Títt bræv til universitetið (personal statement)
- Stuðul
- Títt næsta stig
Melda teg til komandi vegleiðingar her: Bóka tíð til vegleiðing

Førleikameting
Førleikameting er eitt tilboð til vaksin, 25 ár og eldri, og sum hava í minsta lagi 3 ára starvsroyndir. Førleikameting kann vera ein fyrimunur hjá teimum, ið ætla at taka eina útbúgving ella at betra sína støðu á arbeiðsmarknaðinum.
Málið við førleikametingini er at fáa arbeiðsroyndir og persónligar royndir staðfestar og viðurkendar sum fullgildugir førleikar, ið kunnu verða góðskrivaðir í sambandi við eina útbúgving ella eitt starv, ein ætlar at søkja. Ert tú 25+ og hevur 3 ára starvsroyndir og ætlar at taka eina føroyska útbúgving, eigur tú at kanna, um førleikameting er nakað fyri teg.
Enn eru vit ikki til reiðar at førleikameta innan fyri allar tær føroysku útbúgvingarnar. Arbeitt verður við at fyrireika førleikameta innan allar útbúgvingar. Tú ert altíð væl komin at venda tær til Vegleiðingarstovuna á telefon 200910 ella 555088, ella við at senda teldupost til vegleiding@uvs.fo at vita meira um, hvørjir møguleikar eru við førleikameting.