Væleydnað Markleys Útbúgving 2024
Vit vilja takka fyri eitt væleydnað Markleys Útbúgving 2024, har næmingar fingu høvi at hoyra um útbúgvingarmøguleikar í millum annað Stóra Bretlandi, Norðurlondum, USA, Fraklandi, Póllandi og ikki minst í Føroyum. Harumframt kundu næmingarnir hoyra um aðrar møguleikar, so sum skiftislestur, útbúgvingarvegleiðing, at taka eitt ár frí, filmsframleiðslu og annað.
Næmingarnir brúktu helvtina av tíðini at vitja teir 15 básarnar, sum vóru á degnum. Við básarnar høvdu næmingarnir høvið at seta beinleiðis spurningar um útbúgvingar í Føroyum og í øðrum londum, millum annað hægri lestur, útbúgvingar innan heilsu, yrkisútbúgvingar, stuðulsviðurskifti og mangt annað.
Vit vilja fegin takka øllum luttakarum, samstarvspørtum og stuðlum, sum gjørdu, at tiltakið kundi bera til.
Sí myndir frá Markleys Útbúgving.
Markleys Útbúgving 2024
Markleys Útbúgving var 6. november 2024. Tilmelding til Markleys var í høgru síðu her á síðuni. Um tú ert á telefon, so liggur Markleys 2024 sum ein undir síða til hesa síðuna og ein beinleiðis leinkja er her: skrá og tilmelding
Kort av Norðurlandahúsinum til Markleys Útbúgving
