Markleys Útbúgving

Við at luttaka í eftirmetingini hjá okkum, er tú við í lutakastinum um atgongumerki til G! festivalin.

Takk fyri at tit, sum vóru á Markleys Útbúgving í november 2025, vilja hjálpa okkum at gera Markleys Útbúgving enn betri komandi ár. Vit ynskja at hoyra tykkara hugsan um Markleys Útbúgving og tykkara útbúgvingarleið. Spurnarblaðið er deilt í tríggjar partar. Eftirmeting av Markleys útbúgving, Títt næsta stig og um teg.

Fyrsti partur er eftirmeting av Markleys Útbúgving, síðan kemur Títt næsta stig, um næsta stig eftir miðnám og val av útbúgving. Í hesum partinum svarar tú bert øllum spurningum um tú hevur valt víðari lestur eftir miðnám. Seinasti partur um teg er til øll at svarað, spurningarnir eru um viðurskifti rundan um teg, útbúgving og arbeiðið.

Svarini verða nýtt samlað og títt persónliga svar verður dulnevnt. Vit biða um títt navn, skúla og teldupost fyri at tú kanst luttaka í kappingini um eitt atgongumerki til G! fesitvalin.

Fyri at síggja valmøguleikarnir til hvønn spurning við at trýsta á pílin til høgu í hvørjum kassa.

Vit vilja gjarna hoyra tínar tankar um títt næsta stig og útbúgvingarval. Vit vita at talan er um eina løtumynd, spurningarnir eru um hvussu tú hugsar í dag, eisini um tú hevur broytt meining, broyting meining í morgin ella slett ikki veit.

Víðari útbúgving
Her eru 13 viðurskifti, sum vit ynskja at tú metur um í hvønn mun tey hava haft ávirkan tína avgerð um víðari útbúgving eftir miðnám. Vel fyri hvørt av viðurskiftinum, um tey hava haft sera nógva ávirkan, nógva, miðal, lítið, sera lítið.

Um teg
Spurningarnir eru um viðurskifti rundan um teg, útbúgving og arbeiðið.