Førleikameting

Kunnandi tilfar um førleikameting innan heilsuhjálparaútbúgving

Tú kanst søkja um førleikameting til heilsuhjálparaútbúgving við at útfylla frymilin Umsókn um førleikameting. Umsóknin er byrjanin til eina førleikametingartilgongd. Umframt at útfylla sjálva umsóknina um førleikameting, skalt tú eisini taka niður Førleikamappuna, fylla hana út og senda hana í telduposti til John Dalsgarð johnd@uvs.fo

Tá tú søkir um førleikameting innan heilsuhjálparaútbúgving skalt tú eisini útfylla umsóknarblað til heilsuhjálparaútbúgving.

Hevur tú tørv á hjálp ella vegleiðing til at útfylla umsóknirnar, kanst tú ringja til John Dalsgarð, samskipara í Vegleiðingarstovuni á 555088, ella til Elken Bech, lestrarvegleiðara á Heilsuskúla Føroya á 294211.

Kunnandi tilfar um førleikameting innan námsfrøðihjálparaútbúgving

Tú kanst søkja um at verða førleikamett/ur við at útfylla frymilin Umsókn um førleikameting*). Tá tú søkir um førleikameting innan heilsuhjálparaútbúgving skalt tú eisini útfylla umsóknarblað til námsfrøðihjálparaútbúgving.

*) Henda umsóknin er byrjanin til eina førleikametingartilgongd, og ikki endaliga bindandi.

Hevur tú tørv á hjálp ella vegleiðing til at útfylla umsóknirnar, kanst tú ringja til John Dalsgarð, samskipara á Undirvísingarstýrinum á 555088 ella til Elken Bech, lestrarvegleiðara á Heilsuskúlanum á 294211.

Alment um førleikameting

Førleikameting er meting og viðurkenning av førleikum – bæði formligum og óformligum – ið eru vunnir í og uttan fyri formligu skúlaskipanina.

Ein førleikameting verður altíð gjørd upp ímóti førleikakrøvunum í einari útbúgving ella pørtum av einari útbúgving, t.d. í einari lærugrein. Ert tú 25 og hevur í minsta lagi 3 ára starvsroyndir, líkur tú treytirnar fyri at verða førleikamett/ur.

Hvat fæst við førleikameting?

Vinnan vitjar á Glasi

Kunning um førleikameting fyri vinnu, stovnum og øðrum starvsfólki, í sambandi við tiltakið "Vinnan vitjar" 23. mars. John Dalsgarð samskipari í Vegleiðingarstovuni hevði kunnandi framløgu um møguleikarnar við førleikameting og førleikamenning.

Í framløguni greiddi John Dalsgarð frá, hvat tað einstaka starvsfólkið og tað einstaka virkið kunnu fáa burtur úr førleikameting, og hvussu førleikameting verður framd í verki.

Førleikameting er serlig ætlað vaksnum fólki við starvsroyndum, sum kundu hugsað sær at verið førleikament innan ávíst yrki ella fingið eina útbúgving.

Vit hava í rúma tíð hoyrt um kappingina um starvsfólkini. Tá ræður um hjá virkjunum, at kunna bjóða starvsfólkunum sømdir og umstøður, sum fáa tey at støðast á arbeiðsplássinum.

Førleikamenning og útbúgving eru týdningarmiklir faktorar í hesum, og tá kann tað vera ein fyrimunur, bæði fyri virkið og tann einstaka at fáa førleikarnar hjá starvsfólkunum mettar og viðurkendar.

Framløgan hjá John Dalsgarð kann takast niður her: Hvat fæst við førleikameting?