Danmark

Fet fyri fet til Danmarkar at lesa

Søk inn á tína útbúgving

Tú søkir inn á universitet í Danmark á www.optagelse.dk. Optagelse.dk er ein felags portalur til upptøku á donsku universitetinum. Tú skalt rita inn við tínum MitID á optagelse.dk. Um tú ikki hevur NEM ID, les meir um MitID her.

Tá tú ert ritaður inn við MitID á optagelse.dk fyllur tú teigarnar út á 4 spjøldrum. Fyrsta spjaldur hevur tínar persónligu upplýsingar, síðan er upptøku grundarlag, val av útbúgving og til seinast fylgiskjøl.

Um tú ivast kanst tú fylgja leiðbeiningini her.

Minnst til at tú skal leggja títt prógv og onnur viðkomandi skjøl inn á optagelse.dk sum PDF fíl.

Freistin fyri at søkja inn til hægri lestur er 15. mars kl. 12 til kvotu 2, tú kanst lesa meira um at søkja inn á universitet í Danmark við kvotu 2 her. Freistin at søkja inn á universitet við kvotu 1 er 5. juli kl. 12.

Meira vegleiðing um at søkja inn á universitet í Danmark er at finna á eVejledning - Online vegleiðing frá Uddannelsesguiden.

Á Uddannelsesguiden  kanst tú lesa um útbúgvingarnar sum verða bjóðaðar út í Danmark. 

Fá títt MitID

Um tú ætlar tær uttanlands at lesa, viðmæla vit, at tú søkir um eitt CPR nummar og eitt danskt MitID áðrenn tú fer avstað. Tú bíleggur eitt CPR nummar og MitID hjá Ríkisumboðnum. Fyri at fáa CPR nummar skalt tú senda eitt umsóknarblað til Ríkisumboði. Um tú hevur eitt CPR nummar (tí tú ert føddur í Danmark, ella hevur verið á eftirskúla td.) kanst tú bíleggja tær MitID beinanveg. Tá ið tú skal bíleggja tær MitID, skalt tú bíleggja eina tíð hjá Ríkisumboðnum. Legg til merkis, at tað er ein ávís veitingartíð, so søk um hetta í góðari tíð. 

Náddi tú ikki at fáa CPR nummar og MitID áðrenn tú fór avstað, kanst tú fáa hetta á tað Bogerservice ið er tættast við har tú býrt. Tá ið tú hevur fingið hetta í rætt lag, kanst tú søkja um SU.

Føroysk prógv

Á eksamenshåndbogen finnur tú lýsing og meting av føroyskum miðnámsprógvum. Um tú ivast hvat títt føroyska miðnámsprógv gevur atgongd til ber til at hyggja á síðuna undir Færøerne og vel síðani tína miðnámsútbúgving. Eitt nú studentsprógv. 

Les eisini um norðurlendsk prógv her.

Tak niður avtaluna um føroyskt A til Danskt A

Fíggjarviðurskifti

Tá tú ert lesandi í Danmark fær tú SU. Tú skal søkja um SU við MinSU á su.dk. Tú ritar inn við NEM ID, um tú ikki hevur NEM ID les meira her. Rita inn og fylg vegleiðingini til at søkja um SU. 

  • Tú byrjar at fáa SU frá tí mánaðanum tú søkir um SU stuðul. Stuðulin er ikki afturvirkandi. Les meir um at søkja SU her.
  • Les um treytir til at fáa SU tá tú lesur á hægri lestri her.
  • Les meir um SU klippikort skipanina her.
  • Les meir um annan stuðul enn SU undir Fígging av lestri.

Hevur tú spurning ella ivamál ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Heintar leinkjur

Heintar leinkjur til ráðgeving um at flyta til Danmarkar og at verða lesandi í Danmark: 

  • Ráðgevingin í Danmark - Ráðgevingin veitir føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum í Danmark. 
  • Info Norden - ein síða um at flyta, lesa og búgva í Danmark.
  • Study in Denmark - ein síða um Danmark sum lestrarland á enskum.
  • ISIC - ein síða um Danmark sum lestrarland á donskum, harav kunning um lestarrlív, bústað, upplivingar og onnur góð ráð til lesandi.