Nordplus gevur møguleika at menna samstarv og verkætlanir saman við samstarvspørtum í Norðurlondum og Baltikum. Skipanin er ikki bert fyri skúlar – eisini felagsskapir og fakfeløg kunnu vera við og taka stig til verkætlanir, sum menna vitan, førleikar og samstarv tvørtur um lond.
29. apríl 2026 kl. 14.00 á Glasir í Tórshavn bjóða vit inn til kunningarfund.
Á kunningarfundinum fara umboð frá umsitingini hjá Nordplus at greiða frá møguleikunum í Nordplus programinum. Dentur verður lagdur á, hvussu eisini fakfeløg og aðrir felagsskapir kunnu taka lut í verkætlanum og samstarvi.
Fundurin hevur til endamáls at geva íblástur, vísa á ítøkiligar møguleikar og svara spurningum hjá teimum, sum hava hug at kanna, hvussu Nordplus kann nýtast í egnum arbeiði og virksemi.
Les skránna her
Vinaliga boðið okkum frá, um tú luttekur á kunningarfundinum, við at melda til á heimasíðuni hjá okkum:
Seinasta freist at melda til er 22. apríl 2026.
Nordplus kunningarfundur
828 vónríkir umsøkjarar hava søkt inn á miðnám í ár
Metstórt tal av umsóknum til Nordplus