Nordplus gevur møguleika at menna samstarv og verkætlanir saman við samstarvspørtum í Norðurlondum og Baltikum. Skipanin er ikki bert fyri skúlar – eisini felagsskapir og fakfeløg kunnu vera við og taka stig til verkætlanir, sum menna vitan, førleikar og samstarv tvørtur um lond.
Á hesum kunningarfundi fara umboð frá umsitingini hjá Nordplus at greiða frá møguleikunum í skipanunum Nordplus Adult og Nordplus Horizontal. Dentur verður lagdur á, hvussu eisini fakfeløg og aðrir felagsskapir kunnu taka lut í verkætlanum og samstarvi.
Fundurin hevur til endamáls at geva íblástur, vísa á ítøkiligar møguleikar og svara spurningum hjá teimum, sum hava hug at kanna, hvussu Nordplus kann nýtast í egnum arbeiði og virksemi.
Kunningarfundurin verður 29. apríl kl. 14.00 á Glasir.
Sí skrá fyri fundin her
Tilmelding
.
Tórshavnar Kvøldskúli luttók í skipanini fyri vaksin, Nordplus-adult
við verkætlanin COMMON. Eitt samstarvi við Danmark og Grønland, sum hevur til endamál at styrkja bondini millum londini innan felagslív. Verkætlanin hevur millum annað ment ein talgildan vitanarportal, sum skal stuðla undir sambond og samstarv, har m.a. viðkomandi tilfari, politisk skjøl, yvirlit yvir stuðulsmøguleikar og annað viðkomandi tilfar, er at finna.
Les meir um verkætlanina her