Tíðindi
02. september 2021
Er tín arbeiðsstøða broytt? Ella ivast tú í um tú skal skifta kós?
Arbeiðsstøðan hjá tær kann vera broytt og kann tykjast óviss, og tí ganga nógv uttan iva og hugsa um framtíðarútlitini - og kanska er hetta rætta løtan at hugsa um eina vend í arbeiðslívinum.
Ella var hetta kanska ikki akkurát tú ætlaði tá tú var yngri?
Hevur tú hug og tørv at tosa við ein vegleiðara um hesi viðurskifti, so hevur tú møguleikan í Vegleiðingarstovuni.
Ring til 200910, skriva til vegleiding@uvs.fo, sum er opið hvønn yrkadag frá 9-15, og mikudagar til kl. 18. Tað ber til at gera eina avtalu um samrøðu uttanfyri hesar tíðir.

13. oktober 2025
Stuðul til at lesa íslendskt sum annaðmál

20. august 2025
Er fráfall grundað á vánaligar upplýsingar ella eitt óhóskan…

14. juli 2025
Samtalufundur um inklusjón og lívlanga læring

08. juli 2025