Tíðindi
14. juli 2025
Samtalufundur um inklusjón og lívlanga læring

Lívlong læring og inklusjón í Føroyum, Grønlandi og Álandi í nýggjum NLL-átaki, sum fevnir um bólkin av ungum og ungum vaksnum, ið ikki eru í útbúgving, arbeiði ella læru.

Norðurlendska netverkið fyri lívlanga læring, stytt NLL, skipar fyri samtalufundi um møguleikar og fyrimunir av at styrkja skipanir og tilboð innan lívlanga læring í Føroyum og í Norðurlondum sum heild. Fundurin verður fyri innbodnum á Hotel Brandan 25. september 2025. Um tú ikki hevur fingið innbjóðing og tú heldur, at hesin fundur hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at boða okkum frá við at senda ein teldupost til johnd@uvs.fo.

Endamálið við fundinum er at umrøða støðuna við tí sonevnda NEET-bólkinum í Føroyum. NEET stendur fyri Not in Education, Employment or Training. Talan er um eitt nýtt átak, sum NLL hevur sett á skrá, og sum verður skipað sum eitt samstarv millum Føroyar, Grønland og Áland. Átakið snýr seg um at finna útvegir fyri, hvussu vit sum myndugleiki og avvarðandi kunnu tileggja ungum og ungum vaksnum, at taka eina útbúgving, at finna sær arbeiði ella starv, og virkin at taka lut í samfelagsmenningini.

NLL ynskir í hesum sambandi at útvega vegleiðarum, samskiparum, leiðslum og øðrum avvarðandi pørtum betri umstøður at arbeiða tvørtur um samfelagsgeirar, og at finna fram til, hvussu tann einstaki best kann verða vegleiddur og motiveraður til at velja sær útbúgving og starv ella arbeiði.

Málbólkurin, sum hetta nýggja átakið fevnir um, er tey ungu millum 15 og 29 ár, sum hvørki eru í útbúgving, læru ella á arbeiðsmarknaðinum. Í Føroyum hava vit ikki nóg góðan kunnleika um henda bólkin, ið verður kallaður NEETs, t.e. Not in Education, Employment or Training. Endamálið við samtalufundinum er at finna fram til tørvin á einum slíkum átaki í Føroyum.

Evropeisku tølini fyri 2024 vísa, at í miðal 11% av teimum 15-29 ára gomlu teljast millum teirra, sum ikki eru í útbúgving, læru ella arbeiði (NEET bólkurin). Norðurlendsku tølini vísa eitt vet lægri miðaltal enn aðrastaðni í Evropa. Tó eru øki í Norðurlondum, serliga útjaðaraøki, har talið er munandi hægri. Tað kundi tí bent á, at talið av ungfólki í Føroyum, sum kunnu bólkast sum NEETs, er størri enn vit geva okkum far um.

Fundur fyri innbodnum áhugapørtum

Samtalufundurin á Hotel Brandan 25. september er fyri innbodnum áhugapørtum. Tú teknar teg til fundin við senda teldupost til johnd@uvs.fo. Freistin at tekna seg er 8. september 2025.

Meira kunning fæst við at venda sær til John Dalsgarð NLL landasamskipara fyri Føroyar, á telefon +298 555088, ella við telduposti til johnd@uvs.fo.


15. juli 2025

Sumnarfrí

14. juli 2025

Samtalufundur um inklusjón og lívlanga læring

08. juli 2025

Stuðul til útbúgving úr Minningargrunni Johannu og Conrad Sk…

04. juli 2025

Landsstýrismaðurin svarar spurningum um førleikameting