OSS

Mangan spurt á Vegleiðingarstovuni

Hvat skal eg vita tá eg ætli mær til Bretlands at lesa?

Tað er nógv at seta seg inn í, tá ið tú ætlar til Bretlands at lesa, tí nógv er broytt eftir BREXIT. Vit hava í samstarvið við Sendistovuna í London, gjørt eina vegleiðing til tín ið umhugsar at fara til Bretlands at lesa.

Hvussu fær mann danskt CPR.nr. og MitID, tá ið mann skal lesa uttanfyri Føroyar?

Lestur í Danmark:

Tú kanst søkja um CPR nummar hjá Ríkisumboðnum, her er leinkjan: MitID    

Tá tú sum føroyingur flytir til Danmarkar, kanst tú eisini fara til Borgerservice-skrivstovuna á kommununi, sum man flytir til, og boða frá flytingini til kommununa.

Um tú hevur danskt CPR-nummar kanst tú fáa MitID beinanvegin, tú ikki hevur tað. Minst til at boða frá flyting innan 5 dagar frá tí tú ert komin til Danmarkar.

Um tú ikki hevur danskt CPR-nummar, fært tú eitt so skjótt tú boðar frá flyting til eina danska addressu. Hetta gert tú við at fara á Borgerservice ið liggur tættast við har tú skal búgva. Tá kanst tú eisini fáa MitID.

Um tú ikki hevur danskt CPR-nummar skal tú søkja inn á skúla, kanst tú gera tað her. Trýst á "Har du ikke Nem-id". So biður tú um eitt login. Vit mæla øllum til at søkja um eitt CPR nummar og eitt MitID hjá Ríkisumboðnum.

 

Lestur uttanfyri Danmark:

Tú kanst søkja um CPR nummar hjá Ríkisumboðnum, her er leinkjan: https://www.rigsombudsmanden.fo/sagsomraader/cpr-nummer  

Tá tú hevur fingið CPR nummar, kanst tú søkja um Nemid hjá Ríkisumboðnum: https://www.rigsombudsmanden.fo/sagsomraader/nemid/ 

 

Tú kann gott fáa bæði SU-stipendium og SU-lán við pappírsumsóknum (uttan Nem-ID), men tað tekur longri tíð enn við Nem-ID.

At søkja um studning tá tú ynskir at lesa uttanfyri Danmark:

Tá tú velur tær eina útbúgving uttanfyri Danmark, kanst tú kanna um útbúgvingin er á fast track listanum. Um úbúgvingin er á listanum, merkir tað, at hon er SU góðkend. Um tú hevur CPR-nummar og Nemid, søkir tú her. Um tú hevur CPR-nummar, søk so um at fáa eitt Nemid (sí omanfyri). Um tú ikki hevur CPR-nummar ella Nemid skal tú søkja manuelt. Sí meir her.

Um útbúgvingin ikki er á fast-track listanum skalt tú søkja um at fáa hana á listan. Minst til at leggja eina umsókn um SU við í umsóknina til at fáa útbúgvingina góðkenda. Umframt eina ÚSUN umsókn til Studna. 

Um tú hevur CPR-nummar og Nemid, gert tú tað soleiðis.

Um tú ikki hevur CPR-nummar ella Nemid, mæla vit til at tú fær tær hetta. Tað lættir nógv um umsóknartilgongdina.

Tá útbúgvingin endliga er góðkend, kanst tú verða biðin um at søkja um SU einaferð afturat manuelt.

GG!

Minst til at seta teg í samband við SKAT í Danmark og fyribilsskráset teg (fyri at sleppa undan at gjalda ov nógvan skatt) og send eina skattaváttan, ið tú fært frá TAKS í Føroyum, til SKAT í Danmark.

Summar útbúgvingar krevja roynd í fremmandamálið. Hvussu geri eg?

Tað er ymiskt, hvørji krøv útbúgvingarstovnurin setur og um málsligu førleikarnar hjá tær.

Í Norðurlondum eru ikki serlig krøv til mál.

Í ensktmæltum londum er A-stig í enskum nóg mikið summastaðni, aðra staðnis krevja tey ein test so sum TOEFL ella IELTS. IELTS kann takast í Føroyum, vanliga í Mai. Set teg í samband við okkum um tú hevur spurningar.

Í ikki enskt mæltum londum er sum oftast neyðugt at ganga til undirvísing í málinum, áðrenn mann lýkur málsligu krøvini at sleppa undir lesturin.

Set teg í samband við útbúgvingarstaðið í góðari tíð, tey vita hvørji krøv eru til júst tær einstøku lærugreinarnar og útbúgvingarnar.

Kanna hendan spurningin í góðari tíð, tað kann vera drúgt at taka málsligu royndina.

Les um stuðul til málslig fyrireikingarskeið:  https://www.studni.fo/lesandi-uttanlands/malslig-fyrireikingarskeið

Hvat er ein NemKonto?

Pengar frá tí almenna í Danmark verða fluttir á eina sonevnda NemKonto, hetta er t.d. galdandi fyri stuðul frá SU. Ein NemKonto er ein púra vanlig peningastovnskonta, sum tú longu hevur, tað kann td. vera lønarkontan hjá tær.

Frá 15. august 2005 hevur borið til at sagt frá hvør tín NemKonto er, tað kann vera í einum donskum ella føroyskum peningastovni. Tað ger tú við at ringja til peningastovnin og upplýsa danska CPR-nummarið hjá tær.

Lesið meira á heimasíðuni hjá Nemkonto ella á heimasíðuni hjá Betri Banka, Bank Nordik, Suðuroyar Sparikassa ella Norðoyar Sparikassa.

Hvat skal eg hugsa um, um eg ætli mær at lesa í útlandinum?

Tað skal vera ein orsøk til, at tú ætlar tær at lesa í útlandinum.

Hugsa um, hvat tað er sum hugtekur teg.

Kanna útbúgvingarmøguleikarnar gjølla. Spyr teg fyri á fleiri støðum. Bílegg kunningartilfar. Um tað ber til so vitja staðið og tosa við fólk sum kenna til viðurskiftini.

Hvørji málslig og faklig krøv eru? Lúki eg tey?

Byrja fyrireikingarnar í góðari tíð – helst eitt ár fyri lestrarbyrjan.

Klári eg at vera burtur og klári eg meg sjálvan?

Klári eg tað fíggjarliga ella skal eg søkja grunnar og/ella taka lán?

Kann útbúgvingin brúkast har, sum eg ætli mær at brúka hana?!

Tosa við onnur, sum hava roynt okkurt líknandi og/ella við ein lestrarvegleiðara.

Skal eg hava gott prógv fyri at lesa í útlandinum?

Tað er altíð gott at hava eitt gott prógv, men tað er ikki altíð neyðugt við høgum próvtølum, fyri at sleppa inn.

Tað er ymiskt frá útbúgvingarstaði til útbúgvingarstað, hvørji krøv tey seta til upptøku og harvið prógvini. Tað er millum annað ein spurningur um áhuga og tal á umsóknum.

Summar útbúgvingar hava serligar altjóða kvotur, sum gera tað lættari hjá útlendingum, enn hjá teirra egnu studentum at verða tiknir upp til lestur.

Summi søkja til útlandið, tí tey sleppa ikki inn í Danmark.

Tú skalt søkja tað útbúgving, sum tú ynskir tær og tú skal gera tær stóran ómak við umsóknini.

Skriva eitt gott og spennandi 'personal statement'.

Vís stóran áhuga og eldhuga í allari umsóknartilgongdini, tú kanst til dømis seta teg beinleiðis í samband við útbúgvingarstovnin, við t-posti, telefon ella møguligari vitjan.

Áhugi fyri máli og góð málslig evnir kunnu vera avgerandi fyri at fáa fylgt við í fyrstuni.

Jú betri prógv, jú lættari at koma inn á júst ta útbúgvingina, sum tú ynskir tær.

Hvat universitet er tað besta?

Tað ber illa til at svara hesum spurningi, tí ringt er at samanbera universitetini.

Tað veldst um, hvat tú ætlar tær at lesa, hvar tú ætlar tær at lesa og hvat endamálið við útbúgvingini hjá tær er.

Tað sum er besta loysnin fyri ein, er møguliga ikki tað besta fyri onkran annan.

Tað finnast nakrir rankinglistar. Hesir skulu brúkast við fyrivarni. Teir kunnu vera gamlir og byggja oftani á grundarlag, sum kann vera sera skiftandi frá universiteti til universitet, og oftani byggja teir á upplýsing frá universitetunum sjálvum.

Minst til tað er ikki altíð samband millum góðsku og stóran kostnað!

Nýt vit og skil, tá ið tú lesur kunningartilfar frá útbúgvingarstøðunum.

Her er eitt dømi um eina heimasíðu ið vísur "ranking av universitetum" https://www.topuniversities.com/ 

Reglurnar um upptøku í útlandinum eru torførar, hvussu skilji eg tær?

Ja, tað er trupult at skilja allar tær ymsu styttingarnar og tað kann vera torført at umseta tær beinleiðis til føroyskt ella danskt.

Sum eina meginreglu kann ein rokna við, at krøvini eru á leið tey somu sum hjá okkum, tvs. ein miðnámsútbúgving við toluliga góðum miðaltali. Harafturat kunnu vera nøkur heilt ítøkilig krøv, sum kunnu vera sera torfør at fáa greiðu á. Til ber eisini at skriva teldupost og stutt greiða frá tínum royndum, lærugreinum og próvtølunum, so kunnu tey kanska siga hvørjar møguleikar tú hevur.

Tú skal ikki rokna við, at tað er lættari at sleppa inn á universitet í útlandinum enn tað er í Danmark, men tað eru støð ella einstakar útbúgvingar har munur kann vera. Nøkur universitet leggja størri dent á próvtølini í ávísum lærugreinum heldur enn miðaltalið.

Tú skal rokna við. at tú noyðist at taka eina málroynd í enskum, td. IELTS. Í nøkrum førum ber til at fáa undantak, um tú hevur enskt á A-støði ella góða karakter á B-støði.

Hvussu finni eg bústað í landinum har eg fari at lesa?

Frakland

https://www.svenskastudenthemmet.com/sv/ Svenska Studenthemmet i Paris / Maison des Etudiants Suédois

Húsini húsa upp til 100 lesandi frá allari verðini hvørt ár.

Stóra Bretland

Um tú søkir í góðari tíð, so tryggjar universitetið oftast bústaðin fyrsta árið, tú skalt søkja um hetta tá tú tekur av lestrarpláss.

Annars eru síður so sum Accommodation for students.com fyri alt stórabretland: https://www.accommodationforstudents.com/city_information/student_reviews.asp

https://www.unitestudents.com/ - eitt privat kollegie í 26 býum. 

Eitt yvirlit yvir summar útleigu organisatiónir: HN

Googla annars "student accomodation" og "lestrar býin"

USA

https://www.student.com/us 

https://www.forrentuniversity.com/?gclid=EAIaIQobChMIta7xjabS6AIVCsKyCh0ciwBMEAAYASAAEgKpevD_BwE

Onnur lond

https://www.homestay.com/

https://www.roommates.com/ - allur heimurin

Danmark

Okkara ráð eru, at tú skalt søkja í góðari tíð. Tað er ymiskt, hvussu regluranr eru fyri, nær ein kann søkja, men vanligt er, at ein kann søkja kollegii eitt ár frammanundan, at útbúgvingin byrjar. Á flestu kollegium kanst tú flyta inn upp til tríggjar mánaðir áðrenn lestrarbyrjan. Eisini mæla vit tær til at søkja so nógv kollegiir sum møguligt, altso ikki vera kræsin. Summi kollegiir hava sera langar bíðilistar.

GG! Legg til merkis, at reglurnar eru ymiskar, alt eftir hvar tú leitar eftir íbúð.

Tað eru nógv leinki um kollegiir í Danmark. Tó kanst tú fáa eitt samlað yvirlit á https://www.ug.dkhttps://www.ug.dk// á "Om at finde en bolig"

Kanska tú eisini kanst hugsa um onnur sløg av íbúð, t.d. privata leigu, búfelagsskap, lutaíbúðir, at framleiga íbúð, eigaraíbúð.

Hentar heimasíður eru:

https://www.kollegierneskontor.dk/default.aspx

http://www.ungdomsboliger.dk/

https://findbolig.nu/

https://www.s.dk/studiebolig/

https://www.lejebolig.dk/

https://www.boligdeal.dk/

https://boligoensker.dk/

Hvussu flyti eg til eitt annað Norðurland?

Á heimasíðuni https://www.norden.org/da/info-norden fært tú at kalla alla kunning, sum er neyðug hjá teimum, sum skulu flyta til eitt annað Norðurland. Síðan er á øllum norðurlendsku málunum uttan føroyskum, grønlendskum og samiskum.

Hvussu er við skatti og SU í útlandinum?

Tá tú fært SU og býrt uttanfyri Danmark er umráðandi at gera soleiðis:

Um tú lesur uttanfyri danska kongaríkið og fært SU til tína útbúgving, ber í summum førum til at søkja um at sleppa undan at gjalda skat av SU í Danmark. Um tað ber til at sleppa undan, velst um í hvørjum landi tú lesur og hvør dubultskattasáttmáli er galdandi.

Sum mótakari av SU skalt tú altíð skattaskráseta teg hjá Skat. Tað við siga gera Skat vart við, at tú hevur fingið játtað SU frá xx.xx.xx (tað dagfesting ið stendur í brævinum) og tí ynskir at skattaskráseta (forskudsregistrere) teg.

Soleiðis skalt tú gera, um tú ynskir at søkja Skat um ikki at gjalda skat av SU: 

Søk um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Hetta gjørt tú hjá Taks. Sí nærri á heimasíðuni hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark https://radgevingin.dk/lesandi/vardveitan-av-skattskyldu/  Tú skalt saman við Taks útfylla oyðiblaðið: Bopæls- og skatteforhold (Residence and tax liability). Send oyðiblaði til Skat via tína skattamappu á skat.dk saman við einum telduposti, har tú greiðir frá, at tú lesur í t.d. Bretlandi og móttekur SU til tína útbúgving. Og at tú er fult skattskyldug/ur í Føroyum og tí ynskir at søkja um ‘skattefritagelse’ av SU.

Hvussu er við tryggingum, tá mann lesur uttanlands?

Føroyingar uttanlands fáa rætt til heilsutrygdarveitingar í Føroyum

Nýggj kunngerð gevur persónum, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, rætt til veitingar frá Heilsutrygd.

Heilsumálaráðið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá borgarum um rættin til veitingar frá Heilsutrygd frá eitt nú lesandi uttanlands, ið koma heim til Føroya í feriu. Spurningarnir hava mest snúð seg um, hvat hesi hava rætt til innanfyri læknaviðgerð, tannlæknaviðgerð o.a., meðan tey eru heima í feriu.

Tá sjúkrakassarnir vóru virknir var siðvenja, at lesandi og fólk ið gjørdu almannagagnligt arbeiði uttanlands, fingu veitingar frá sjúkrakassanum, meðan tey fyribils uppihildu sær í Føroyum.

Nýggj kunngerð hevur við sær, at persónar, sum vegna brádliga sjúku, skaða ella versnaða verandi sjúku, fáa rætt til læknahjálp og tær veitingar, sum lækni metir er til gagns fyri tann sjúka, meðan hann er staddur í Føroyum. Harumframt fevnir kunngerðin um veiting í sambandi við árligt eftirlit hjá tannlækna, tá hesi eru heima í feriu í Føroyum.

Kunngerðin verður galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Danmark og Grønlandi og sum fyribils uppihalda sær í Føroyum. Sum nú er, mugu hesi gjalda fyri viðgerð, tá tey eru heima í Føroyum í feriu og líknandi. Eisini fevnir kunngerðin um føroyingar, sum hava búð í Føroyum í minst 5 ár, áðrenn tey fluttu til annað land at lesa. Harafturat NGO- starvsfólk og onnur, ið gera annað almannagagnligt arbeiði uttanlands.

Tryggingar kunnu annars teknast við universitetini uttanlands, hjá lokalu tryggingarfeløgunum ella hjá altjóða tryggingarfeløgum, sum til dømis:

AON - Student Insurance

Kelda: Heilsumálaráðið

Ber til at fáa stuðul til málskúla í samband við hægri lestur?
Kann man lesa hægri lestur uttan eina miðnámsútbúgving?

Ja, um tú sleppur inn á universitetið!

Í Stóra Bretlandi ber til at fara á eitt atgongugevandi skeið í Summarferiuni ið gevur atgongd til flest allar* útbúgvingar á universitetinum ið tú tekur skeiðið hjá.

Fyrireikingarskeiðið er skipað sum undirvísing við royndum og uppgávuhandan, hetta fyri at vita um tann lesandi hevur nóg góða førleikar til hægri lestur.

Tað ber til at taka skeiðið sum intensivt skeið í summarferiuni ella sum kvøldskúlaskeið 2 kvøld um vikuna yvir vetrarhálvuna.

Sjá heimasíðurnar hjá universitetinum.

Gev Gætur, fyrireikingarskeiðið gevur ikki atgongd til onnur universitet enn júst tað sum tú tekur fyrireikingarskeiðið hjá.

*undantøk eru, so sum medicin oa.

Kann mann búgva í Føroyum og fáa danskt SU?

Ja, tað kann mann.

Mann kann búgva í Føroyum og fáa danskt SU, um mann er innskrivað/ur á einari SU-góðkendari útbúgving í Danmark.

Mann skal tó hava danskt CPR.nr, um mann skal móttaka SU. Um mann ikki hevur danskt CPR.nr. kann mann fylgja vegleiðing frá SU-styrelsen niðanfyri:

Um føroyingar ikki hava eitt danskt CPR.nr., ber til at søkja um hetta hjá Ríkisumboðnum. Tá tú hevur fingið CPR nummar, ber til at søkja um eitt Nemid.