Vegleiðing til lesandi ið fara undir hægri lestur í Bretlandi eftir BREXIT

Seinast dagført: 27. apríl 2021 
 
Umstøðurnar at fara undir hægri lestur í Bretlandi eru ikki lítið broyttar eftir Brexit skiftistíðina sum endaði 31. desember 2020, og neyðugt er tí at seta seg inn í nýggj krøv, mannagongdir og tíðarfreistir.  
 
At søkja inn til hægri lestur í Bretlandi 
Tá tú skal søkja inn á hægri lestur í Bretlandi, ræður um at vera í góðari tíð. Fyrra umsóknarfreistin er 15. oktober (har tú byrjar í skúla næstan eitt ár seinni). Hendan umsóknarfreistin er galdandi fyri útbúgvingar á Cambrigde og Oxford, umframt lækna, djóralækna og tannlækna útbúgvingar. Seinna umsóknarfreistin er 15. Januar, og er galdandi fyri aðrar útbúgvingar. Tí er gott at kanna í góðari tíð, nær umsóknarfreistin til tína útbúgving er.  
Inni á heimasíðuni UCAS, t.e. Universities and Colleges Admission Service in the UK, kanst tú lesa um ymiskar útbúgvingar í Bretlandi. Tað er eisini har tú søkir inn á hægri lestur. Tú stovnar tær fyrst ein profil, og tá tú hevur ein profil, fyllir tú teigarnar út. Tá tú hevur innritað, sært tú eisini vegleiðingar til at útfylla teigarnar.  
  
Tá ið umsóknarfreistin er farin, ella tú hevur sent umsóknina endaliga inn 
Tá ið tú hevur søkt inn, mæla vit tær til, at søkja um eitt CPR nummar og eitt danskt Nemid hjá Ríkisumboðnum. Legg til merkis, at tað kann væntast nakað av bíðitíð, so gott er at fara undir hetta beinanveg.  

Meðan tú bíðar eftir CPR nummar og Nemid, mæla vit tær til, at kanna um útbúgvingin er SU góðkend. Góðkendar útbúgvingar eru at finna á Fast Track listanum hjá SU. Meginreglan hjá SU er, at útbúgvingarnar eru góðkendar fyri 4 ár í senn, og tað kann vera at tín útbúgving júst er farin av listanum. Les allar reglur og treytir um góðkenningar av útbúgvingum hjá SU. Um útbúgvingin er á Fast Track listanum, og útbúgvingin hevur eitt endadato, ið er eftir at tú skal byrja í skúla, er útbúgvingin SU-góðkend. 
Um útbúgvingin ikki er á Fast track listanum, skal tú søkja um at fáa útbúgvingina á listan. Tað er nú at tú fær brúk fyri CPR nummarinum og Nemid, ið gera umsóknarmannagongdina lættari. Her kanst tú lesa meira um hvussu tú søkir um SU góðkenning. Legg til merkis, at tað kann taka upp til 3 mánaðir at fáa eina útbúgving góðkenda til SU, so byrja í góðari tíð, helst beint eftir tú hevur søkt inn. Um bíðitíðin til CPR nummar og Nemid er long, kanst tú søkja um SU góðkenning uttan hesi, tó so at umsóknartilgongdin er munandi lættari við einum CPR nummari og Nemid. Um SU avvísir tína umsókn er mannagongdin at tú søkir Studna um stuðul til livikostna. Um tú hevur spurningar kanst tú seta teg í samband við Studna ella Vegleiðingarstovuna.

Umráðandi er at søkja Studna um skúlagjald og møguligan livikostnað til tíðina. Skúlagjald og livikostnaður fæst frá tí lestrarhálvuni, tá ið søkt verður. Lestrarhálvurnar eru at skilja sum galdandi frá 1. august til 31. desember og frá 1. januar til 30. juni. Tað er tí umráðandi at søkja skjótast gjørligt, eisini sjálvt um útbúgvingin ikki er góðkend.

Harafturat mæla vit til, at tú bíleggur tær eitt nýtt pass. Í vegleiðing síni viðvíkjandi innferð til Bretlands staðfestur UK Border Control, at ‘You can enter the UK with either a passport or national identity card issued by an EEA country or Switzerland that should be valid for the whole of your stay’, og heitir á ferðandi um at kanna um teimum tørvar eitt visum. Les meir um visum niðanfyri.

Somuleiðis staðfesta bretskir mynduleikar í vegleiðing síni viðvíkjandi førleikakrøv fyri enskum máli, at ‘You must prove you can read, write, speak and understand English to a certain level on the Common European Framework of Reference for Languages (CEFR) scale’. Fyri hægri útbúgvingar er talan um CEFR level B2. Vegleiðingin greiðir somuleiðis frá, at ’If you’re studying at degree level or above, your Higher Education Provider (HEP) can assess your level of English themselves. This means they may ask you to do a different test’ og at ‘This must still be equivalent to CEFR level B2’. Til ber at finna góðkendar veitarar av Secure English Language Test (SELT) málroyndum í yvirliti í somu vegleiðing. Um tú ivast í hvussu tú kan taka hesa royndina, kanst tú seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna
 
Tá ið tú fær svar frá Universitetinum 
Tú skal í fyrsta umfari taka endaliga av plássinum tú hevur fingið. Um tú hevur søgt inn á fleiri útbúgvingar, mást tú velja eina. Síðani fært tú eitt CAS nummar, ið tú skal brúka fyri at søkja um visum. 

Hevur tú ikki bretskan ríkisborgararætt ella ES rættindi tryggja undir EU Settlement Scheme, vísir visum finnarin hjá bretskum myndugleikum at neyðugt at søkja um student visa visum áðrenn tú flytir til Bretland í lestrarørindum. Til ber at søkja um Student Visa visum seks mánaðar áðrenn lestrarbyrjan, tó bert eftir at Confirmation of Acceptance for Studies (CAS) upptøkuskriv er móttikið frá lærustovninum, tí neyðugt er við CAS upptøkuskrivi og galdandi passi tá søkt verður.

Bretska viðgerðin av visum umsøknini tekur eisini atlit til fíggjarligu støðuna hjá umsøkjaranum og tú skalt møguliga senda skjalfesting um hvussu tú fíggjar lesnaðin og uppihaldið. Studni kann lata stuðul til skúlagjald, sí nærri kunning á heimasíðuni hjá Studna ella hjá Vegleiðingarstovuni. Tú kann, um tú hevur søkt ÚSUN um stuðul til skúlagjald, fáa eitt játtanarskriv frá Studna, um at tú fær stuðul til skúlagjaldið. 

Viðgerðin av visum tekur somuleiðis atlit til málførleikar í enskum, eins og nevnt omanfyri. 

Ert tú uttanfyri Bretland tá tú søkir, kostar tað £348 at søkja um Student Visa visum, umframt sonevnt healthcare surcharge gjald. 
Týdningarmikið er, at tú ikki keypir tær flogferðaseðlar fyrr enn tú hevur fingið váttan um at Student Visum umsókn tín er gingin á møti. 
Tá ið tú hevur fingið eina SU góðkenning, kanst tú søkja SU um stuðul, í fyrsta lagið 3 mánaðir áðrenn lestrarbyrjan.  
 
 
Góðar leinkjur  
Vegleiðingarstovan 
Ríkisumboðið 
SU  
Studying in the UK: guidance for EU students 
StudyUK síðan hjá British Council 
UKCISA (UK Council for International Student Affairs) 
UCAS (Universities and Colleges Admission Service in the UK) 
Language Cert