Soleiðis søkir tú um studning í og uttanfyri Danmark til hægri lestur

Um tú ætlar tær til Danmarkar at lesa, kanst tú søkja um studning frá SU tá ið tú ert flutt/fluttur til Danmarkar. Tú fert á tað Bogerservice ið er tættast við har tú býrt. Síðani fært tú eitt CPR-nummar og kann bíleggja tær eitt Nemid, sum hevur tær møguleika fyri at søkja um SU. Tú kanst lesa meira her. Eisini ber til at bíleggja tær CPR nummar og Nemid hjá Ríkisumboðnum, áðrenn tú fer. Legg til merkis, at tað er ein ávís veitingartíð, so søk um hetta í góðari tíð. 

Tá ið tú skal søkja um at fáa studning til tína útbúgving uttanfyri Danmark er meginreglan, at SU í Danmark veitur tær stuðul. SU veitur stuðul til útbúgvingar ið eru SU-góðkendar, ið síggjast á fast track listanum. Meginreglan hjá SU er, at útbúgvingar uttanfyri Danmark eru góðkendar fyri 4 ár í senn, tí kann tað vera at útbúgvingin, ið tú ert áhugað/ur í, júst er farin av listanum. Viðgerðartíðin er millum 6 vikur og 3 mánaðir. Eitt sum tú skal leggja tær í geyma er, at tað er ikki ein treyt at tú ert upptikin á útbúgvingini fyri at fáa hana SU-góðkenda. Tí kanst tú, áðrenn tú veit um tú ert sloppin inn, søkja um at fáa útbúgvingar á fast track listan. Tað kostar einki og er ikki bindandi. Við at søkja beinanveg, minkar tú um sannlíkindini fyri at tú fer úr Føroyum og fær studningin eftir eina tíð uttanlands. 

Her kemur ein vegleiðing ið vísur hvussu tú ger fyri at fáa útbúgvingina SU-góðkenda, um hvussu tú søkir um studning, skúlagjald og ferðastuðul.

1. Góðkenning av útbúgvingini (uttanfyri Danmark)
Tað fyrsta tú skal gera er at kanna um útbúgvingin er á Fast track listanum. Fast Track-listin er ein listi yvir SU góðkendar útbúgvingar. Meginreglan hjá SU er at útbúgvingarnar eru góðkendar fyri 4 ár í senn. Les allar reglur og treytir um góðkenningar av útbúgvingum hjá SU her. Um útbúgvingin er á fast-track listanum, og útbúgvingin hevur ein endadato, ið er eftir tú skal byrja í skúla er útbúgvingin SU-góðkend, so kanst tú fara til punkt 2. 

Um útbúgvingin ikki er á Fast track listanum, skal tú søkja um at fáa útbúgvingina á listan. Tað gert tú soleiðis:

  • Um tú hevur CPR-nummar og danskt nemid søkir tú soleiðis.
  • Um tú hevur CPR-nummar, og ikki hevur dankst Nemid, kanst tú søkja um at fáa eitt Nemid tilknýtt til títt CPR-nummar, og soleiðis søkja talgilt. Tú kann søkja um Nemid frá Ríkisumboðnum
    • Um tú ert farin uttanlands, ber til at fáa Nemid útflýggja á donsku sendistovuni í tí landinum tú ert búsitandi í. Søk online her. (Legg til merkis, at um tú ert farin uttanlands mást tú hava pass ella koyrikort har CPR nummari framgongur. 
  • Um tú ikki hevur CPR nummar og dankst Nem-id, kanst tú antin bíleggja tær CPR nummar og Nemid hjá Ríkisumboðnum, men legg til merkis, at tað tekur eina tíð, so byrja í góðari tíð. Um tú ikki hevur stundir at bíða ella ikki kann fáa CPR nummar og Nemid, skalt tú søkja umvegis pappír og senda umsóknina við brævposti. Tað gert tú soleiðis:
    • Tú skal útfylla hetta umsóknarblaðið: Ansøgning om godkendelse af uddannelse i udlandet til SU og udenlandsstipendium.
    • Tá ið søkt verður um at fáa eina útbúgving SU góðkenda skal ein yvirlit yvir bústaðir viðleggjast. Hetta yvirlitið fært tú frá kommununi ið tú býrt í nú ella frá Umhvørvisstovuni. Tað skal vera ein váttan ið vísur, at tú hevur búð í Føroyum í samanhangandi seinastu 2 árini ella helvtina av sínum lívi til samans. Tú kanst fáa hesa váttanina inni á Vanganum. Legg til merkis, ofta krevja útlendskir myndugleikar at almen skjøl er undirskrivað og stemplað, hendan undirskrift er ikki á, um tú fær bústaðaryvirlitið inni á Vanganum. 
    • Eisini skalt tú eisini leggja avrit av tínum passi við umsóknini, og fylla út oyðublaðið PÅ TRO OG LOVE. 

Umsóknin skal sendast við pappírposti til SU í Danmark. Tú finnur bústaðin her.
Viðgerðin kann taka einar 6-9 vikur. So minst til at søkja góðari tíð, so tú sleppur undan at fara úr Føroyum uttan studning. 
Uttan mun til um tú søkir við ella uttan CPR-nummar og nemid, so skal tú leggja eina váttan við umsóknini um at skúlin (um hann ikki er á fast track listanum) er alment góðkendur (offentligt anerkendt). Um skúlin er á fast track listanum skalt tú leggja eina váttan um, at útbúgvingin er alment góðkend í landinum (offentligt anerkendt). Hetta merkir at skúlamálaráðið í landinum góðkennir skúlan og útbúgvingina. Tú kanst fáa hesa váttan, við at venda tær til skúlan og fáa tey at senda tær eitt, tí summir skúlar liggja inni við hesum skjalinum. Um tey ikki kunnu tað, so kanst tú printa/goyma eina útskrift frá td. UCAS (í UK) har man kann lesa um útbúgvingina.

2. Søk um stuðul frá SU til livikostnað (uttanfyri Danmark)  

Um útbúgvingin er á fast track listanum, og ikki hevur ein endadato sum er áðrenn tú skal byrja í skúla. Kanst tú søkja um SU í fyrsta lagið 3 mánaðir áðrenn tú byrjar. Um tú ikki skal lesa í Danmark, men søkir um stuðul frá SU í Danmark gert tú soleiðis: 

  • Um tú hevur CPR-nummar og danskt Nemid søkir tú online á minsu.dk 
  • Um tú hevur CPR-nummar, og ikki hevur dankst Nemid, kanst tú, søkja um at fáa Nemid hjá Ríkisumboðnum í Tórshavn.
    • Um tú ert farin uttanlands, ber til at fáa Nemid útflýggja á donsku sendistovuni í tí landinum tú ert búsitandi í. Síðani søkir tú online. (Legg til merkis, at um tú ert farin úr Føroyum, ber bert til at bíleggja nemid um tú hevur haft bústað í Danmark áður).
  • Um tú ikki hevur CPR nummar ella Nemid, kanst tú lesa meir um tað her, har SU greiðir frá. Tú kann bíleggja tær CPR nummar og Nemid hjá Ríkisumboðnum, men legg til merkis, at tað tekur eina tíð, so byrja í góðari tíð. Um tú ikki hevur stundir at bíða ella ikki kann fáa CPR nummar og Nemid, gert tú soleiðis:
    • Tú skal tú útfylla hetta oyðublaðið.
    • Tú skal leggja eitt avrit av upptøkubrævinum frá útbúgvingarstovninum, og avrit av góðkenningini frá SU-styrelsen við umsóknini. Um útbúgvingin er á fast track, kanst tú leggja eitt screenshot av fast track listanum.
    • Tú skal fáa eitt bústaðaryvirlit. Hetta fært tú frá kommununi ið tú býrt í nú ella frá Umhvørvisstovuni. Tað skal vera ein váttan ið vísur, at tú hevur búð í Føroyum í samanhangandi seinastu 2 árini ella helvtina av sínum lívi til samans. Tú kanst fáa hesa váttanina inni á Vanganum. Legg til merkis, at ofta krevja útlendskir myndugleikar at almen skjøl er undirskrivað og stemplað, hendan undirskrift er ikki á, um tú fær bústaðaryvirlitið inni á Vanganum.
    • Tú skal útfylla eina umsókn fyri at fáa tillutað eitt CPR-nummar, tað oyðublaðið er her.
    • Tú skal leggja eitt avrit av tínum passi, og fylla út oyðublaðið PÅ TRO OG LOVE

SU hevur eisini eina vegleiðing, ið greiðir frá hvussu tú gert.
Tað ber ikki til at søkja um SU við afturvirkandi kraft. Seinasta freist at søkja um SU í einum mánaði er seinasti dagurin í mánaðinum. Ikki uttan so at tú ikki hevur kunna søgt um SU, tí at útbúgvingin ikki var SU góðkend. 

Byrjar útbúgvingin eftir 20. í mánaðinum, fært tú ikki stuðul fyrr enn mánaðin eftir.

Seinasta freist at søkja um SU ella broyta SU í einum kalendaraári er 1. desember.

SU letur stuðul til útbúgvingar uttanfyri Danmark í 4 ár. Studni kann veita stuðul upp til 2 ár aftrat. Les meir her

Um SU ikki veitir tær stuðul til livikostnað, ber til at søkja Studna - ÚSUN - um stuðul til livikostnað, sí meir her.
 

 3. Søk um stuðul frá ÚSUN til skúlagjaldið/Tuition Fee
SU í Danmark letur ikki stuðul til skúlagjald á bachelor stiði, tó so ber til at søkja SU um stuðil til skúlagjald á master/candidat stiði. Tí kanst tú søkja Studna - ÚSUN um stuðul til skúlagjald. Minst til at søkja um ÚSUN, áðrenn endan á fyrstu lestrarhálvu, freistin er 31. desember hjá teimum sum byrja um heystið, og 30. juni hjá teimum ið søkja um várið. Søk hóast tú ikki hevur fingið SU góðkenningina til útbúgvingina. Les meir her.  

Vanliga er tað ikki skúlagjald fyri útbúgvingar í Norðanlondum. Um tú ert í iva ert tú vælkomin at seta teg í saband við Studna
 


4. Søk um ferðastuðul í 2. lestrarhálvu
Minst til á hvørjum ári at søkja um ferðastuðul í 2. lestrarhálvu. Les meira her

 

5. Skattaviðurskifti

Um tú lesur uttanfyri danska kongaríkið og fært SU til tína útbúgving, ber í summum førum til at søkja um at sleppa undan at gjalda skat av SU í Danmark. Um tað ber til at sleppa undan, velst um í hvørjum landi tú lesur og hvør dubultskattasáttmáli er galdandi.

Sum mótakari av SU skalt tú altíð skattaskráseta teg hjá Skat. Tað við siga gera Skat vart við, at tú hevur fingið játtað SU frá xx.xx.xx og tí ynskir at skattaskráseta (forskudsregistrere) teg.

Soleiðis skalt tú gera, um tú ynskir at søkja Skat um ikki at gjalda skat av SU: 

Søk um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Hetta gjørt tú hjá Taks. Sí nærri á heimasíðuni hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark. Tú skalt saman við Taks útfylla oyðiblaðið: Bopæls- og skatteforhold (Residence and tax liability). Send oyðiblaði til Skat via tína skattamappu á skat.dk saman við einum telduposti, har tú greiðir frá, at tú lesur í t.d. Bretlandi og móttekur SU til tína útbúgving. Og at tú er fult skattskyldug/ur í Føroyum og tí ynskir at søkja um ‘skattefritagelse’ av SU.


 

 
Góða eydnu við leitingini og umsóknini til útbúgvingina.