17. november 2022 skipa Undirvísingarstýrið og NVL fyri ráðstevnu í Havn um inklusjón og førleikamenning. Ráðstevnan vendir sær serliga til tey, sum á onkran hátt hava eitthvørt við hesi nevndu viðurskifti at gera. Tað kunnu vera myndugleikar, leiðslur, skúlafólk, vegleiðarar og onnur áhugað, ið arbeiða við inklusjón og integratión, serliga við atliti at førleikamenning ella eftirútbúgving.
Á ráðstevnuni verður varpað ljós á týdningin av førleikamenning í sambandi við inklusjón og integratión. Tað verður mett at hava stóran týdning fyri eitt nú støðufesti til arbeiðsmarknaðin, at vaksin við lítlari ella ongari útbúgving hava umstøður at førleikamenna seg, samstundis sum tey eru á arbeiðsmarknaðinum og hava møguleika at arbeiða. Føroyar fáa væntandi seinni í ár ella tíðliga næsta ár eina nýggja integratiónslóg, sum m.a. eisini fer at taka atlit til hesar spurningar, og tað ger eisini spurningin um førleikamenning og integratión serliga viðkomandi fyri okkum.
Trýst her til at tekna teg til ráðstevnuna
Trý tema, sum verða umrødd og viðgjørd í verkstovum:
- Samskipan og samstarv um inklusjón og integratión
- Raðfestingar av tilboðum í sambandi við inklusjón og integratión
- Almenna kunningin, ið skal fremja inklusjón og integratión
Ráðstevnan verður skipað við framløgum, fyrilestrum, verkstovum og bólkaarbeiði. Framløgurnar verða á føroyskum, tó onkur á norðurlendskum máli, og ráðstevnumálið er føroyskt. Kaffi verður at fáa fyrrapart og seinnapart, umframt ein máltíð á middegi.
Skráin fyri ráðstevnuna
9:00 – Jenis av Rana landsstýrismaður í undirvísingarmálum setir seminarið
9:10 – Annika Mellemgaard (lestrarvegleiðari á Glasi): NVL og norðurlendskt netverkssamstarv um vaksnamannaútbúgvingar, harímillum NVL Digital.
9:20 – John Dalsgarð (samskipari av førleikameting í Føroyum): Førleikameting og inklusjón
9:30 – Maiken Skarðenni (vegleiðari á Vegleiðingarstovuni): Lívlong vegleiðing sum liður í inklusjónsarbeiðinum
Kaffisteðgur 20 min
10:00 – Elisabeth Holm (samskipari á Fróðskaparsetri Føroya): Inklusjón/integratión í Føroyum
10:45 – Ebba Ossiannilsson (granskari í innovatión og fjarundirvísing): Talgildir førleikar og inklusjón
11:30 – Hjalmar Hansen (stjóri í Undirvísingarstýrinum): Almennu tilboðini um førleikamenning, ætlað tilflytarum
Miðmál 1 tími
13:00 – Jógvan Sørin Hansen (leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla): Kvøldskúlans leiklutur og tilboð í integratiónshøpi
13:20 – David Im (integratiónssamskipari á Útlendingastovuni): Virksemið og uppgávurnar hjá Útlendingastovuni
13:40 – Berlys Toftadal (skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla): Møguleikar og umstøður fyri inlkusjón/integratión í føroyska samfelagnum
14:00 – Fía Lindenskov (integratiónssamskipari hjá Tórshavnar kommunu): Um integratiónspolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu
Kaffi við til verkstovurnar
14:30 – Verkstovur – Høvuðsspurningur: Hvat gera vit fyri at fáa eitt burðardygt og væleydnað inklusjónsarbeiði at virka í føroyska samfelagnum, við serligum atliti at førleikamenning.
Verkstovurnar verða tríggjar:
Samskipan og samstarv um inklusjón og integratión
Raðfestinar av tilboðum og tænastum í sambandi við inklusjón
Almenna kunningin og samskiftið, ið skal fremja inklusjón
15:30 – Verkstovurnar gera stutta niðurstøðu frá kjakinum
16:00 – Takk fyri í dag
Ráðstevnan verður á Hilton Garden Inn hósdagin 17. november, kl. 9.00 til 16.00. Tekningarfreistin er 1. oktober 2022.