Ráðstevna um inklusjón og førleikamenning

17. november 2022 skipa Undirvísingarstýrið og NVL fyri ráðstevnu í Havn um inklusjón og førleikamenning.

Ráðstevnan vendir sær serliga til tey, sum á onkran hátt hava eitthvørt við hesi nevndu viðurskifti at gera. Tað kunnu vera myndugleikar, leiðslur, skúlafólk, vegleiðarar og onnur áhugað, ið arbeiða við inklusjón og integratión, serliga við atliti at førleikamenning ella eftirútbúgving.

Á ráðstevnuni verður varpað ljós á týdningin av førleikamenning í sambandi við inklusjón og integratión. Tað verður mett at hava stóran týdning fyri eitt nú støðufesti til arbeiðsmarknaðin, at vaksin við lítlari ella ongari útbúgving hava umstøður at førleikamenna seg, samstundis sum tey eru á arbeiðsmarknaðinum og hava møguleika at arbeiða. Føroyar fáa væntandi seinni í ár ella tíðliga næsta ár eina nýggja integratiónslóg, sum m.a. eisini fer at taka atlit til hesar spurningar, og tað ger eisini spurningin um førleikamenning og integratión serliga viðkomandi fyri okkum.

Høvuðsspurningarnir, sum ráðstevnan um inklusjón og førleikamenning fer at viðgera, snúgva seg yvirskipað um:

  1. Samskipan og samstarv tvørtur um samfelagsligu geirarnar
  2. Møguleikar at nýta førleikameting og lívslanga vegleiðing í integratiónsarbeiðinum
  3. Málsligu avbjóðingarnar og samskiftið í almenna rúminum, ið hava týdning fyri inklusjón
  4. Almenna kunningin, ið skal fremja inklusjón og integratión

Ráðstevnan verður skipað við framløgum, fyrilestrum, verkstovum og bólkaarbeiði. Framløgurnar verða á føroyskum, tó onkur á norðurlendskum máli, og ráðstevnumálið er føroyskt. Kaffi verður at fáa fyrrapart og seinnapart, umframt ein máltíð á middegi.

Ráðstevnan verður á Hilton Garden Inn hósdagin 17. november, kl. 9.00 til 16.00. Tekningarfreistin er 1. oktober 2022.

Meira kunning verður, tá endaliga skráin er klár, umleið 1. september 2022.

Eg vil fegin tekna meg til ráðstevnu um inklusjón og førleikamenning, sum Undirvísingarstýrið og NVL skipa fyri 17. november 2022 á Hilton Garden Inn í Tórshavn

Serlig ynski/serligur tørvur, t.d. viðv. Mati, atkomu v.m.