Bólkavegleiðing - At søkja inn á universitet
týs. 10. mar. kl. 15.30 - 16.30
Týsdagin 10. mars verður bólkavegleiðing um at søkja inn á universitet.
At fara undir hægri útbúgving er ein spennandi lívshending – eitt nýtt kapittul byrjar við nýggjum útbúgvingarstaði, nýggjum vinfólkum og møguleikanum at læra og mennast enn meira.
Men leiðin frá at hava valt sær útbúgving til fyrsta undirvísingardag kann vera avbjóðandi, serliga um tú roynir hetta fyri fyrstu ferð. Tað er nógv praktiskt, sum skal fáast upp á pláss: at søkja inn á universitet, finna bústað, flyta til nýtt stað, søkja lestrarstuðul – og ikki minst at koma væl frá landi við sjálvari útbúgvingini.
Skrá
Vælkomin
At søkja inn á universitet (kvota 1 og kvota 2)
Stuðulsmøguleikar
at søkja stuðul
Bústaður
Títt næsta stig
Hevur tú spurningar um at søkja inn á universitet og alt, sum hoyrir til? Tá er henda vegleiðing júst fyri teg!
Melda til 10. mars kl.15.30 ella kl.16.30 her: Bóka tíð til vegleiðing