Nordplus Digital Green Seminar

Nordplus fyri ein grønari framtid “Transformativ útbúgving til ein heim við tørvi á broyting”

Takk fyri tín áhuga í Nordplus Green Future net ráðstevnuni. Net ráðstevnan verður hildin 28. mai, millum kl. 13:00 og 16:00 (CET). Vinarliga skráset tær her.

 

Keynote-fyrilestrahaldari: Ólafur Páll Jónsson er filosofiprofessor á School of Education, University of Iceland. Hann hevur servitan innan útbúgvingar filosofi, teori um demokrati, umhvørvis filosofi, kritiska hugsan og burðardygga útbúgving. Hann er eisini leiðari í Expert Group í Education for Sustainable Development-prosjektinum, sum er partur av Sustainable Living Program, sum Norðurlandaráðið støðugt stuðlar.

 

Modirator: Amela Fific, starvast á SIDA og leiður útbúgvingar programmið Den globala skolan. Den Globala skolan veitur lærarum, skúlaleiðarum og teinum, sum skapa skapa regluverk og skipanir framhaldandi útbúgving innanfyri útbúgving innan burðardygga menning, teinum globalu málunum og Agenda 2023, Svenskan stuðul og globalum menningar spurningum.

 

Ráðstevnan er ætla: net ráðstevnan er ætlað øllum menningarsektorum, organisatiónum og stovnum, sum hava áhuga fyri grønum og burðardyggum samstarvi og tiltøkum. Vit bjóða serliga vælkomin til lærarar og teimum, sum arbeiða við næmingum og studentum, sum arbeiða við grønum evnum og burðardygd.

Mál fyri ráðstevuna: At rannsaka, hvussu Nordplus kann styrkja sín stuðul til tiltøk innan grønan vøkstur í breiðari týdning við struktureraðum samrøðum við viðkomandi serfrøðingar og undangongufólki frá skúlum og stovnum. 

Vit hava valt tiltøk úr øllum fimm Nordplus undirprogrammum. Høvuðsfokus ella hæddarpunkt í hesum tiltøkum er burðardygd, og vit vóna, at tey kunnu inspirera aðrar í sínum tiltøkum og arbeiði. Um tú ynskir at lesa meira um tey, kanst tú altíð leita eftir navninum á tiltakinum í okkara tiltakagagnagrunni. Nordplus Green Seminar - Nordplus (nordplusonline.org)