Nordplus ráðstevna

Ráðstevna um Nordplus í Føroyum

17. apríl verður fokus sett á Nordplus verkætlanir, sum føroyingar luttaka í við eini ráðstevnu, sum varpar ljós á verkætlanir og møguleikar við Nordplus skipanini. Ráðstevnan er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Nordplus er eitt samstarv millum ellivu tjóðir: norðurlondini Danmark, Finnland, Ísland, Noregi, Svøríki, Grønland og Føroyar, umframt baltisku londini Estland, Letland og Litava. Stuðulsskipanirnar í Nordplus eru rúgvusmiklar, og á hvørjum ári eru føroyingar við í verkætlanum innan fleiri øki. Innan undirvísing er tað alt frá hægri lesnaði, miðnámi, til fólkaskúlan, sum kunnu fáa gleði av Nordplus. Endamálið er at skapa samstarv og netverk í millum londini og menna góðsku, skapanarevni og nýhugsan í undirvísingini.

 

Kl 14.20 greiður Sankta Frans Skúli frá um teirra luttøku í Norðplus-junior

Norðplus-junior er ein skipan fyri undirvísingarøkið, sum stuðlar samstarvi millum skúlar og næmingar. Í tí sambandi hevur m.a. ein 7. flokkur samstarva við skúlar í Danmark og Íslandi um burðardyggar vanar, og ein annar flokkur hevur samstarva um grøna orku, mentan og ríkisfelagsskap. Flokkarnir, sum luttaka, vitja hini samstarvslondini og taka ímóti teimum flokkum, sum vitja í Føroyum. Skúlin nevnir, at samstarvið er sera mennandi og letur dyrnar upp fyri øðrvísi undirvísingarhættum, har til ber at uppliva aðrar mentanir, felagseyðkenni og mennast á hendan hátt.

 

Áhugafeløg og vaksin kunnu eisini gagnnýta møguleikarnar við Nordplus til ymiskar verkætlanir

Tórshavnar Kvøldskúli greiður kl 14.00 frá um teirra luttøku í skipanini fyri vaksin, Nordplus-adult, Verkætlanin COMMON er í einum samstarvi við Danmark og Grønland, sum hevur til endamál at styrkja bondini millum londini innan felagslív. Verkætlanin hevur millum annað ment ein talgildan vitanarportal, sum skal stuðla undir sambond og samstarv, har m.a. viðkomandi tilfari, politisk skjøl, yvirlit yvir stuðulsmøguleikar og annað viðkomandi tilfar, er at finna.

Les meir um verkætlanina her

 

Kl. 13.25 Nordplus verkætlanir á Fróðskaparsetrinum
Fróðskaparsetrið luttekur fleiri ymiskum norðurlendskum netverkum og Nordplus verkætlanum, eitt nú í Álka, Spica og Nordic Network for Music Education.

Álka netverki er fyri allar náttúru undirvísarar í Norðurlondum. Netverki hevur fokus á at hava intensiv skeið fyri lesandi og undirvísarar. Les meir: Alka, 

Spica netverk er eitt samstarv millum universitetini: Greenland University, Ilinniarfissuaq, Sámi University of Applied Sciences, University of Iceland, University of the Faroe Islands, Malmö University, University of Oulu, UCL University College and University of South-Eastern Norway. Endamálið við SPICA-netverkinum er eitt samstarv ímillum læraraútbúgvingar í øllum norðurlondum, har  fokus er á trý høvuðstemu: burðardyggleika, borgaraskap og fleirmentan. Skipað verður á skift fyri intensivum skeiðum eina ferð um árið. 2 – 4 lesandi og tveir lærarar frá hvørjum limalandi luttaka.Umframt stuðul til árliga fasta virksemi, ber til hjá lesandi at fáa stuðul til ískoyti til ferð og uppihald í samband við verkætlanir, starvslæru og skiftislestur. Stuðul kann eisini veitast lærarum til vitjanir í limalondunum. Les meir: Spica

Nordic Network for Music Education er samstarv millum: Norwegian Academy of Music, Inland University of Applied Sciences. -Royal Academy of Music in Stockholm. -Luleå University of Technology. - Lund University. - Aarhus University. - Rhytmic Music Conservatory Copenhagen. -University of Iceland. - Sibelius Academy. Estonian Academy of Music and Theatre. -Lithuanian University of Educational Sciences. - Lithuanian Academy of Music and Theatre. - Oslo Metropolitan University. - Vilnius University. - University of Tartu. - Daugavpils University. - Orebro University. -Fróðskaparsetur Føroya. Netverki er eitt menningarsamstarv innan tónleikaútbúgving/musikkpedagogikk. Limastovnarnir í NNME eru millum leiðandi stovnar í norðurlendsku og baltisku londunum innan tað akademiska feltið, ið altjóða verður rópt “Music Education”, tónleikaútbúgving. Í norðurlondum ofta nevnt “musikkpedagogikk”, tónleikanámsfrøði. NNME skipar fyri intensivum master skeiðum og netverksfundum, har granskarar og undirvísarar innan tónleikaútbúgving kunnu fáa ágóðar, hava framløgur/papers, læra av hvørjum øðrum, verða kunnaði um granskingina hjá hvørjum øðrum, netverka og fáa íblástur til framhaldandi gransking og samstarvsmøguleikar. Les meir: Nordic Network for Music Education

Vælkomin á ráðstevnu 17. apríl í Norðurlandahúsinum kl. 13.00.

Sí tilmelding til ráðstevnuna:

TIlmelding til Nordplus Ráðstevnu 17 apríl

Skrá