Málsligt fyrireikingarskeið

Henda skipanin veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki enskt-talandi londum, og er ætlað teimum, ið fara at lesa hægri lestur í hesum londum. Stuðulin verður í fyrstu atløgu veittur sum lán til skúlagjald og lán til livikostnað. Til skúlagjaldið verður veitt lán, tó vanliga í mesta lagi kr. 20.000,00. Skúlagjaldið umfatar bert útreiðslur, ið hava beinleiðis við lesturin at gera. Til livikostnað verður veitt lán. Lánsupphæddin, ið verður veitt hvønn mánað er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum – skúlaárið 2019/2020 er henda upphædd kr. 4.414,00. Stuðulin verður í mesta lagi veittur í 6 mánaðir, men er talan um heilt fremmant mál, kann stuðul veitast í upp til 1 ár.

Tað serliga við hesi skipan er, at um tú, innan 15 mánaðir eftir at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fert undir hægri lestur á lærustovni í landi, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini umløgd til studning. Umleggingin verður framd, eftir at tú hevur tikið próvtøkurnar á fyrsta lestrarári í útbúgvingini. Um málsliga fyrireikingarskeiðið er undir lestrinum, verður umleggingin frá láni til studning framd, eftir at tann lesandi hevur skjalprógv frá lestrarstaði um lestrarvirkni og váttan fyri lokið málskeið. Um málsliga fyrireikingarskeiðið er eftir lokna útbúgving, verður umleggingin frá láni til studning framd, eftir at tann lesandi hevur skjalprógv fyri lokna útbúgving og váttan fyri lokið málskeið. 

Les meir um treytir og umsóknarmannagongd her.