Ymiskar umsóknarfreistir

Umsóknarfreistirnar at søkja um upptøku á hægri útbúgvingum eru ymiskar frá landi til lands og viðhvørt eisini í landinum frá einum útbúgvingarstovni til ein annan.

Her er nakað av kunning um vanligastu londini. Men minst til at altíð kanna freistirnar í góðari tíð, t.v.s. eitt ár áðrenn lestrarbyrjan, og gloym ikki at kanna upptøkukrøvini samstundis!
 
FØROYAR
Freistin fyri kvotu 2 á Fróðskaparsetri Føroya er 15. apríl á midnátt.

Umsóknarbløðini til kvotu 2 eru tøk á leið 1. februar. Søkir tú gjøgnum kvotu 2, er tað samstundis ein umsókn gjøgnum kvotu 1.

Freistin fyri kvotu 1 á Setrinum er 1. juli á midnátt
 
DANMARK
Freistin fyri kvotu 2 er 15. mars kl. 12.00. Søkir tú umvegis kvotu 2, er tað samstundis ein umsókn umvegis kvotu 1. Umsóknarbløðini eru tøk einar 5-6 vikur undan umsóknarfreistini, t.v.s uml. 1. februar.

Freistin fyri kvotu 1 er 5. juli kl. 12.00. Umsóknarblaðið kann útfyllast online á optagelse.dk.

Um tú ikki hevur NemID, skal tú undirskriva og senda eina váttan við posti til hvønn einstaka stovn/útbúgving, ið tú søkir inn á. Henda váttan kemur fram, tá tú endaliga hevur góðkent tíni útbúgvingarval.

Fyri at tín umsókn skal vera viðgjørd, skal váttanin vera frammi innan 15. mars klokkan 12.00, um talan er um kvotu 2 og innan 1. juli kl. 12.00, um talan er um kvotu 1.
 
NOREG
Vanliga er freistin 15. apríl. Les meira á Samordna opptak.
 
SVØRÍKI
Vanliga er freistin 15. apríl. Les meira á antagning.se.
 
FINNLAND
Umsóknarfreistirnar eru ymiskar frá stovni til stovns. Vanliga eru umsóknarfreistirnar til hægru útbúgvingarnar (kandidaatti/kandidat) millum januar og mai. Umsóknarbløð fáast á lærustovnunum.
 
STÓRA BRETLAND
Føroyingar hava síðan 2007 verið roknaðir sum EU-íbúgvar í Stóra Bretlandi. Til ber at søkja gjøgnum UCAS. Tað er møguligt at søkja frá 1. september árið fyri lestrarbyrjan og mann søkir sum einstakur lesandi og IKKI gjøgnum ein skúla.

MINST TIL at umsóknarfreistirnar til Oxford og Cambridge umframt lækna, djóralækna og einstakar aðrar útbúgvingar eru 15. oktober árið fyri, sum tú ætlar tær at byrja. Lesið meira á UCAS. Harafturat krevja fleiri lærustovnar innan læknavísindi í Stóra Bretlandi, at nýggj lesandi hava meldað seg til eina eyka roynd (BMAT ella UKAT) ella at lesandi hava søkt og fingið dispensatión fyri eina tílíka roynd í seinasta lagi september árið fyri lestrarbyrjan.

Vanliga umsóknarfreistin fyri hægri lesnað í Stóra Bretlandi er 15. januar, men fleiri lærustovnar velja at umhugsa umsóknir fram til 30. juni, um pláss eru tøk.

Aftaná hetta er clearance har tað ber til at søkja tóm pláss fram til stutt áðrenn lestrarbyrjan
 
ONNUR LOND
Ofta verður umsóknin send beinleiðis til útbúgvingarstovnin og oftani kann tað vera eitt hálvt ár fyri lestrarbyrjan, men tað kunnu vera tøk pláss heilt fram til lestrarbyrjan.

Einstøk universitet, millum annað tey heilt kendu og virdu í USA hava umsóknarfreist eitt heilt ár fyri lestrarbyrjan. Set teg í samband við lestrarvegleiðarar, International Office ella Admissions Service á staðnum, sum tú ætlar at søkja til.

Ella set teg í samband við okkum á Vegleiðingarstovuni, so kunnu vit hjálpa tær at fáa greiði umsóknarfreistum og upptøkukrøvum, um tú ivast í onkrum.