Tíðindi
12. apríl 2021
Umsóknarfreist til hægri lestur í Noreg og Svøríki er 15. apríl.

Men legg til merkis at summar útbúgvingar, hava aðrar freistir. Kanna tí gjølla nær freistin til útbúgvingina tú kundi tonkt tær at søkt er.

 

Tá ið tú søkir inn í Noreg, søkir tú umvegis Samordna opptak. Eisini kanst tú lesa um serligar treytir fyri føroyingar her. Millum annað hvørji miðnámsskúlaprógv eru góðkend, og hvussu tú skilur poeng skipanina í Noreg. 

Tú kann finna útbúgvingar í Noreg á utdanning.no

 

Tá í tú søkir inn í Svøríki, søkir tú umvegis antagning.se. Her kanst tú lesa um hvussu tú ger tá ið tú hevur eitt føroyskt miðnámsskúlaprógv. 

Tú kann finna útbúgvingar í Svøríki á allastudier.se

 

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. 


20. mars 2026

828 vónríkir umsøkjarar hava søkt inn á miðnám í ár

18. mars 2026

Metstórt tal av umsóknum til Nordplus

02. mars 2026

Bólkavegleiðing - At søkja inn á universitet

13. oktober 2025

Stuðul til at lesa íslendskt sum annaðmál