Tíðindi
17. mars 2021
Ongantíð áður hava so nógv søkt inn á hægri lestur umvegis kvotu 2

60.718 tilsamans hava søgt um upptøku umvegis kvotu 2 í Danmark. Tað er met, og er 3.286 fleiri enn í fjør. 

Sambært Uddannelses- og forskningsstyrelsen søktu 142 við føroyskum miðnámsskúlaprógvi um upptøku umvegis kvotu 2 í 2020 og 152 í 2021, ið er ein vøkstur á 3,95 %. 

Kvota 2 er til teirra, ið ynskja at verða mett út frá ørðum enn teirra miðjalkarakteri, tá tey søkja inn á hægri lestur.

Samlaða talið av umsøkjarum til hægri lestur í Danmark í 2021, verður almannakunngjørt tann 5. juli 2021, tá freistin til kvotu 1 er.

Øll ið hava søgt, bæði umvegis kvotu 1 og kvotu 2, fáa svar tann 28.juli 2021. 

Um tú ynskir at lesa meira um tal av umsøkjarum til kvotu 2 í Danmark, kanst tú lesa meira her.


03. apríl 2024

Ráðstevna um Nordplus í Føroyum

15. februar 2024

Kunningartiltøk á miðnám - nú innskrivingin til miðnám er læ…

20. november 2023

Væleydnað ráðstevna um vegleiðing og inklusjón

27. oktober 2023

Markleys Útbúgving 2023 - Vit fegnast um enn eitt væleydnað…