Kekklisti til val av útbúgving
- Hvat er endamálið og bygnaðurin við útbúgvingini?
- Hvørjir eginleikar og hvørjar fortreytir krevjast?
- Kann eg gera lesturin lidnan á fleiri stigum/"niveauum"?
- Hvørjar møguleikar havi eg fyri eftirútbúgving?
- Hvørjir frálæruhættir verða nýttir? Og hvussu valfríir eru hættirnir?
- Hvørjir eru próvtøkuhættirnir og hvussu kunnu teir veljast?
- Hvussu langt er innleiðsluskeiðið og er tað tvinnað inn í frálæruna tað fyrsta árið?
- Verða nýttir lesibólkar, lestrarferðir og tvørfakligar verkætlanir?
- Eru lesandi sett í starv til at hjálpa og vegleiða, partvís við lestrarbyrjan, partvís gjøgnum útbúgvingartíðarskeiðið?
- Hvørji eru tey útbúgvingarserstøku upptøkukrøvini (atgongdsgevandi prógv, meðalúrslit, lærugreinir)?
- Hvørjir møguleikar eru fyri upptøku, um mítt meðal er ov lágt?
- Hvørji sosial tiltøk eru, so tað er skjótt at koma inn í lestrarumhvørvið?