Tíðindi
15. februar 2024
Kunningartiltøk á miðnám - nú innskrivingin til miðnám er lætin upp

Miðnámsskúlar skipa í næstum fyri kunningartiltøkum kring landið.

Nú er møguligt at søkja inn á miðnám og yrkisútbúgving til komandi skúlaár. Innskrivingin er tøk á heimasíðuni innskriving.fo, har søkjast kann um upptøku við talgildum umsóknarblaði.

Miðnámsskúlar skipa í næstum fyri kunningartiltøkum kring landið. Til ber at lesa meira um kunningartiltøkini á facebook síðunum hjá miðnámsskúlunum. Sí eisini teirra heimasíður her: 

Glasir

Miðnám á Kambsdali

Miðnám í Vestmanna

Tekniski skúlin í Klaksvík

Miðnám í Suðuroy

Ein gymnasial miðnámsútbúgving tekur vanliga trý ár og gevur tær førleikar til framhaldslestur á hægri lærustovni í Føroyum ella uttanlands. Ein yrkisútbúgving tekur vanliga fýra ár, har meginparturin av læruni fer fram á einum virki, og umleið ein fjórðingur av tíðini er skúlagongd. Við eini yrkisútbúgving verður tú til reiðar at arbeiða sum faklærdur.

Útbúgvingartilboðini eru mong, og tí kann vera torført at velja útbúgving. Fyri at gera tað lættari at velja útbúgving, er ein kunningarfaldari gjørdir um yrkis- og miðnámsútbúgvingar í 2024. Faldarin verður serliga útflýggjaður til 9. og 10. floksnæmingar, men hann er eisini talgildur og tøkur á heimasíðuni Les meir her


20. mars 2026

828 vónríkir umsøkjarar hava søkt inn á miðnám í ár

18. mars 2026

Metstórt tal av umsóknum til Nordplus

02. mars 2026

Bólkavegleiðing - At søkja inn á universitet

13. oktober 2025

Stuðul til at lesa íslendskt sum annaðmál