Vel tína karrieru

Var hetta ikki akkurát tað lívið, tú ætlaði tær? Hevði tú aðrar ætlanir sum yngri? Og heldur tú tað nú vera púra ørt at skifta yrkisleið á gamalsaldri?

Tað er tað als ikki. Tað er ongantíð ov seint at leggja seg um. Uttan mun til hvar tú ert í lívinum, kann Vegleiðingarstovan vegleiða teg.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin til at ringja til okkara á 200 910 ella senda okkum ein teldupost á vegleiding@uvs.fo, ella støkka inn á gólvið á Hoyvíksvegi 72.

Sí eisini um okkum undir starvsfólk