Tíðindi
20. november 2023
Væleydnað ráðstevna um vegleiðing og inklusjón

Karrieruvegleiðing og inklusjón á arbeiðsmarknaðinum

Inklusjón á arbeiðsmarknaðinum við hollari karrieruvegleiðing, var evnið á ráðstevnu, sum Undirvísingarstýrið, Vegleiðingarstovan og NVL skipaðu fyri hósdagin 16. November 2023 á Hilton Garden Inn í Havn.

Átta framløgur um vegleiðing, førleikamenning og arbeiðsmarknað vóru á skránni á ráðstevnuni, har úti við 100 luttakarar ymsastaðni úr landinum og úr ymiskum samfelagsgeirum, umframt gestir úr Grønlandi, Íslandi og Malta.

Ráðstevnan hevði bæði eitt altjóða og eitt staðbundið føroyskt sjónarhorn. Gestarøðarar vóru Ronald G. Sultana, Manwel Debono frá universitetinum í Malta, og Sif Einarsdóttir frá Háskúla Íslands.

Í framløgu sínari viðgjørdi Sultana ymiskar síður av hugtakinum menniskju á ferð, og vísti á nakrar mátar, karrieruvegleiðingin hevur valt at handfara avbjóðingarnar, sum standast av at fáa nýggju tilflytararnar samansjóðaðar við restina av samfelagnum. Umráðandi er at vísa tí einstaka ta neyðugu virðingina, sum er annað og meira enn at bólka hann ella hana í eina ávísa stigskipan, har nøkur hava atgongd til rættindi, sum onnur ikki hava.

Í framløguni vísti Manwel Debono á royndirnar, sum tilflytarar hava gjørt sær á arbeiðsmarknaðinum og í gerandisdegnum í Malta. Hann legði dent á at lýsa tær samfelagsligu, politisku, arbeiðsmarknaðarligu broytingarnar, sum tann umfatandi tilflytingin til Malta hevur havt við sær. Broytingarnar í hesum viðurskiftum hava gjørt støðuna hjá tilflytarunum enn viðbreknari. Manwel vísti á nýggjar kvalitativar og kvantitativar kanningar, sum avdúka tann fjøltáttaða veruleika, ið ávísir bólkar av tilflytarum eru merktir av. Hesar kanningar fevndu m.a. um starvsmøguleikar og atgongd til viðkomandi tænastur, harímillum karrieruvegleiðing.

Sif Einarsdóttir greiddi frá íslendsku royndunum við vaksnamannaútbúgving, har hugtakið lívlong læring verður verksett og stendur á trimum súlum: førleikameting, skeiðstilboð og lívlong vegleiðing ella karrieruvegleiðing. Íslendska eftirútbúgvingarskipanin vendir sær til vaksin, sum ikki hava tikið eina formliga útbúgving eftir fólkaskúlan. Dentur hevur verið lagdur á gymnasialar útbúgvingar og førleikameting, og hetta eru tvinnar av grundsúlunum undir hækkaða útbúgvingarstiginum í Íslandi. Triðja grundsúlan í íslendsku eftirútbúgvingarskipanini er lívlong vegleiðing, sum spælir ein avgerandi leiklut í sambandi við at næmingar skulu velja útbúgving, framgongd og lívlanga førleikamenning. Tilkomnu næmingarnir kenna seg vælkomnar, stuðlaðar og eggjaðar í eftirútbúgvingartilgongdini.

Maiken Skarðenni vegleiðari á Vegleiðingarstovuni greiddi frá, hvussu tað er at vera karrieruvegleiðari í Føroyum, bæði við at vegleiða vaksnum føroyingum umframt teimum nýggju, ið koma til landið.

Durita Kastalag vegleiðari og David Im samskipari á Útlendingastovuni greiddu frá teirra royndum at samskipa og vegleiða tilflytarum og flóttum í Føroyum, og um allar teir spurningar av heilt nýggjum slag, hetta virksemið so ella so má taka sær av.

Høgni í Stórustovu deildarleiðari á Marknaðardeildini hjá ALS greiddi frá, hvussu ALS var íkomið og hevði ment seg líka síðan 1992, og at bæði vegleiðing og ráðgeving til boraran var ein týdningarmikil partur av virkseminum, umframt at skapa og vísa á tilboð, bæði førleikamennandi skeið og arbeiði.

Jórun Gardar ráðgevi og varastjóri í Vinnuhúsinum greiddi frá um førleikatørvin á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og hvat tað er, sum vinnan lýsir eftir, at fólk skulu duga, umframt hvussu tað kann hugsast, at tørvurin á førleikum fer at gera seg galdandi í framtíðini. Jórun vísti m.a. á, at tørvur var á størri úrvali av yrkisútbúgvingum í Føroyum. Hon vísti eisini á, at nakrar nýggjar útbúgvingar vóru komnar, t.d. alaraútbúgving umframt útbúgving innan ferðavinnuøkið. Tørvur var eisini á at fáa verandi útbúgvingar uppstigaðar. Vitlíki og KT sum heild vóru nýggir tættir í allari planleggingini, og hvør veit, hvat fer at henda í framtíðini? Bæði vinna og politikarar mugu læra seg at hugsa tingini av nýggjum, tí útbúgving er ikki longur ein endastatión, vísti Jórun á. Lykilin er í stóran mun samstarv millum allar avvarðandi partar, so sum vinnu, skúla og myndugleikar at umrøða og viðgera 21. aldar førleikar.

Deirdre Hansen vegleiðari á Fjarnámi greiddi frá um norðurlendskt samstarv um útbúgvingargransking, har karrieruútbúgving var høvuðsevnið. Eisini hon vísti á, at samstarv var lykilin til førleikamenning, arbeiðsmarknað og inklusjón. Í stóran mun er talan um tvørfalig samstørv, tvørtur um útbúgvingar og tvørtur um geirar í samfelagnum. Eisini vísti Deirdre á, at vit fyri at røkka málinum um inklusjón í samfelagnum, skuldu hava ein yvirskipaðan útbúgvingarpoligikk, sum sampakkar við ta integratiónslóggávuna, sum vit skulu seta í verk.

Framløgur á ráðstevnuni 16. november 2023

1. John Dalsgarð: Um NVL, lívlanga læring og vegleiðing

2. Ronald G. Sultana: The inclusion of migrants and refugees in the labour market

3. Manwel Debono: Experiences of migrant workers in Malta

4. Sif Einarsdóttir: Student experience of adult education in Iceland

5. Maiken Skarðenni: Karrieruvegleiðing í Føroyum

6. Durita Kastalag og David Im: Leikluturin hjá Útlendingastovuni í sambandi við vegleiðing

7. Høgni í Stórustovu: Leikluturin hjá ALS í sambandi við vegleiðing

8. Jórun Gardar: Førleikar og førleikatørvur á føroyska arbeiðsmarknaðinum

9. Deirdre Hansen: Nordforsk kjakbólkur: Karrieru útbúgving í Norðurlondum


02. oktober 2024

Nordisk inklusion i Klaksvík

09. september 2024

Ráðstevna og seminar um talgildar førleikar, inklusjón og lí…

03. apríl 2024

Ráðstevna um Nordplus í Føroyum

15. februar 2024

Kunningartiltøk á miðnám - nú innskrivingin til miðnám er læ…