Í ár kunnu vit fegnast um, at Markleys Útbúgving var sera væl eydnað, og at tiltakið nú hevur 20 ár á baki. Hetta merkir, at tiltakið nú er eldri enn flestu luttakararnir, sum koma til Markleys Útbúgving.
Holger Arnbjerg, sum eigur hugskotið til Markleys Útbúgving, og hevur staðið á odda fyri tiltakinum flestu árinini, fekk tí ein heiður fyri avrikið og megnar tiltakið, sum hann hevur latið okkum øðrum.
Til Markleys Útbúgving fingu næmingar høvi at hoyra um at lesa í millum annað Stóra Bretlandi, Skandinavisku londunum, Íslandi, Grønlandi, USA, Fraklandi, Pólandi og ikki minst í Føroyum. Harumframt kundu næmingarnir hoyra um aðrar møguleikar, til dømis skiftislestur, útbúgvingarvegleiðing, arbeiðið í KT vinnuni, yrkislæru, at taka eitt ár frí, filmsframleiðslu og annað.
Næmingarnir brúktu helvtina av tíðina at vitja teir 15 básarnar, sum vóru á degnum. Við básarnar høvdu næmingarnir høvið at seta beinleiðis spurningar um útbúgvingar í Føroyum og í øðrum londum. Millum annað hægri lestur, sjóðvinnuútbúgvingar, yrkisútbúgvingar, stuðulsviðurskifti og mangt annað.
Vit vilja fegin takka øllum luttakarum, samstarvspørtum og stuðlum, sum gjørdu at tiltakið kundi bera til.
Sí myndir frá Markleys Útbúgving á okkara heimasíðu: Markleys Útbúgving - Vegleiðingarstovan (vegleiding.fo)
Sí myndir frá Markleys Útbúgving: Her