Tíðindi
30. september 2020
Íslendskur lestrarstuðul

Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul í samanlagt 8 mánaðir til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2021/2022.

Upphæddin røkkur til vistarhald. Til tann lesandi verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.

Stuðulstíðarskeiðið byrjar 1. september 2021 og endar 30. apríl 2022.

 

Umsóknin skal sendast við brævposti til hendan bústaðin:

STOFNUN ÁRNA MAGNÚSSONAR Í ÍSLENSKUM FRÆÐUM

Skrifstofa Árnagarði

við Suðurgötu, 102 Reykjavík

 

Umsóknarfreistin er 1. desember 2020

Les meir um umsóknarmannagongdina her


07. apríl 2026

Nordplus kunningarfundur 29. apríl

20. mars 2026

828 vónríkir umsøkjarar hava søkt inn á miðnám í ár

18. mars 2026

Metstórt tal av umsóknum til Nordplus

02. mars 2026

Bólkavegleiðing - At søkja inn á universitet