Hanna Jensen løgtingskvinna hevur spurt Djóna N. Joensen landsstýrismann um, hvussu tað gongst við førleikameting í Føroyum. Av svarinum framgongur m.a., at vit síðan 2019 hava førleikamett gott og væl 100 persónar innan ymiskar útbúgvingar í Føroyum, ið svarar til einar 15 persónar í miðal um árið.
Hanna Jensen løgtingskvinnaFyrispurningurin hjá Honnu Jensen er soljóðandi:
- Hvussu gongur við førleikameting í Føroyum, og hvussu nógv verður hon brúkt?
- Hvussu nógv verða árliga førleikamett innan yrkisútbúgvingarøkið?
- Hvussu verður førleikameting raðfest fíggjarliga og ímillum ymisk øki?
- Hvar og hvussu ofta verður lýst við møguleikanum at verða førleikamett(ur)?
Landsstýrismaðurin hevur svarað Honnu aftur soleiðis:
Síðan vit fóru undir at førleikameta í 2018 eru gott og væl 100 persónar førleikamettir sambært føroysku førleikametingarskipanini. Í miðal eru umleið15 persónar førleikamettir um árið, síðan fyrstu persónarnir vórðu førleikamettir í 2019.
Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaðurSum heild hava føroyingar tikið væl ímóti møguleikanum við førleikameting. Tó eru ymiskar fatanir og væntanir, ið fólk hava, tá tey fregnast um førleikameting. Í fyrstani vóru nógv ivamál og fyrivarni, ið so ella so máttu fáast greiða á. Serliga vóru partar av vinnuni ivasamir og bóru ótta fyri, at førleikametingin fór at máa støði undan dygdini í útbúgvingunum, um ikki rætt var farið fram. Tað tók tí rættiliga langa tíð at fáa gongd á skipanina við førleikameting, og hildið var aftur við at lýsa alment viðtilboðnum. Neyðugt var at gera lógarbroytingar fyri at geva landsstýrismanninum heimild at hækka aldursmarkið fyri førleikameting, umframt at hækka áramálið fyri starvsroyndir, tí vinnan bar ótta fyri, at fakligu krøvini í yrkisútbúgvingunum fóru at vera lækkað.
Ein leistur varð funnin, hvussu farast skuldi fram í sambandi við førleikameting innan tær føroysku yrkisútbúgvingarnar, har tað er Yrkisnevndin, ið varðar av fakinum, ið sambært lóg er evsti myndugleiki, tá tað snýr seg um at góðskriva og geva stytting í einari yrkisútbúgving. Hesin leistur hevur verið nýttur tá mannagongdir eru gjørdar fyri førleikameting innan tær einstøku yrkisútbúgvingarnar.
Føroyingar hava, sum heild góða atgongd til útbúgvingar ella til arbeiði. Møguleikin at taka eina føroyska útbúgving tíðliga í lívinum er góður, úrvalið er stórt og tilboðini mong. Samstundis hava vit nú í fleiri ár havt met lágt arbeiðsloysi. Hesi viðurskifti hava havt beinleiðis ávirkan á tørvin á at spyrja um førleikameting, ella at lata seg førleikameta.
Innan tær føroysku yrkisútbúgvingarnar eru gjørdar neyvari mannagondir fyri, hvør kann verða førleikamettur í sambandi við eina ávísa yrkisútbúgving. Ein umsøkjari skal lúka nakrar ávísar treytir, eitt nú at hava í minsta lagi 3-5 ára viðkomandi starvsroyndir í tí yrkinum, sum valda útbúgvingin fevnir um, fyri at kunna verða førleikamettur innan ta ávísu útbúgvingina. Tað er tí ikki altíð, at persónar, sum spyrja um førleikameting í sambandi við, at tey skulu taka eina yrkisútbúgving, lúka treytirnar fyri at verða førleikamett, fyrst og fremst tí tey ikki hava nóg mikið av royndum at visa á.
Førleikametingin er lagað til føroysku útbúgvingarskipanina í nógv størri mun enn hon er lagað til føroyska arbeiðsmarknaðin. Førleikameting fevnir um allar føroyskar útbúgvingar. Ein førleikameting kann t.d. geva tær atgongd til eina ávísa útbúgving ella stytting í útbúgvingartíðini.Higartil hevur verið førleikamett innan skrivstovuútbúgving, føðsluatstøðaraútbúgving, kokkahjálparaútbúgving, húsasmíð, skipsatstøðaraútbúgving, heilsuhjálparaútbúgving, námsfrøðihjálparaútbúgving, eins og førleikamett hevur verið í sambandi við at miðnámsskúlalærarar hava tikið námsfrøðiútbúgving á Fróðskaparsetrinum.
Hvussu nógv verða árliga førleikamett innan yrkisútbúgvingarøkið?
Fyrstu førleikametingarnar vórðu fyrireikaðar í 2018, tá 15 skrivstovufólk á almennum stovni søktu um at verða førleikamett. Av hesum vórðu 11 førleikamett í 2019 og fingu prógv sum skrivstovufólk.
Síggja vit burtur frá teimum, ið eru førleikamett í sambandi við, at tey sum miðnámsskúlalærarar hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, so eru flestu førleikametingarnar framdar innan skrivstovuútbúgving og heilsuhjálparaútbúgving, har ávikavist 22 og 17 eru førleikamett. Harnæst kemur førleikameting innan timburútbúgving, har 12 persónar eru førleikamettir. Innan matvøruyrkið eru 8 persónar førleikamettir, 6 persónar innan sjóvinnuútbúgvingar, meðan 5 persónar eru førleikamettir sum námsfrøðihjálparar.
Hvussu verður førleikameting raðfest fíggjarliga og ímillum ymisk øki?
Í løtuni er eitt fólk, sum arbeiðir 2/3 tíð, ið tekur sær av at fyrireika, samskipa og menna førleikametingarøkið í Føroyum.Arbeiðsorkan verður raðfest í mun til eftirspurningin, sum í størstan mun higartil hevur verið innan yrkisrættaðar útbúgvingar, sum m.a. fevnir um yrkisútbúgvingar og útbúgvingarnar á Heilsuskúla Føroya.Ein týðandi partur av skipanini er at skipa fyri skeiðum fyri førleikametarum. Síðan skipanin fór at virka eru fýra skeið hildin fyri førleikametingarstarvsfólki, ið sum oftast eru fakfólk, ið virka í vinnuni ella undirvísa.
Hvar og hvussu ofta verður lýst við møguleikanum at verða førleikamett(ur)?
Tað verður lýst á heimasíðunum hjá Vegleiðingarstovuni og Yrkisdeplinum við førleikameting. Førleikameting er skipa soleiðis, at tað altíð ber til at søkja um førleikameting inna allar føroyskar útbúgvingar. Tó er ikki vist, at eitt og hvørt ynski um førleikameting kann verða gingið á møti beinan vegin. Menningin av skipanini við førleikameting hevur lagað seg eftir tørvinum og áhuganum, og eftir, hvussu nógvir fyrispurningar eru komnir inn.
Mynd:
Myndin ovast er av teimum fyrstu fýra, ið vórðu førleikamett innan húsasmíð í 2022 og lærarin, ið stóð fyri førleikametingini á Glasi.

Landsstýrismaðurin svarar spurningum um førleikameting

Føroyska serbreytin í Norðurlendskum tíðarriti

Finn tína útbúgving við nýggjari app
