Tíðindi
12. februar 2025
Finn tína útbúgving við nýggjari app


Nú nærkast várið og tíðin, tá tað verður møguligt at søkja inn á miðnámsútbúgvingar. Frá 15. feb. til 15. mars verður møguligt at søkja. Í ár verður, sum nakað nýtt, eisini møguligt at søkja inn á gymnasialar útbúgvingar og yrkisútbúgvingar umvegis vangan.

Undirvísingarstýrið hevur í hesum sambandi gjørt eina nýggja app, sum lýsir útbúgvingarnar. Nógv av teimum sum skulu søkja, hava uttan iva nógvar spurningar. Appin er serliga ætlað teimum, sum á fyrsta sinni skulu velja eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla. Nýggja appin eitur “Útbúgvingar” og er tøk á App Store og Google Play.

Góðan morgun Føroyar hevði í hesum sambandi samrøðu við Turid Christophersen frá Vegleiðingarstovuni, sum kunnaði um app og innskrivingina. Her ber til at lurta eftir kunningini í Góðan morgun Føroyar: Góðan morgun Føroyar 

Leinkja til App Store

Leinkja til Google Play 

 


13. oktober 2025

Stuðul til at lesa íslendskt sum annaðmál

20. august 2025

Er fráfall grundað á vánaligar upplýsingar ella eitt óhóskan…

14. juli 2025

Samtalufundur um inklusjón og lívlanga læring

08. juli 2025

Stuðul til útbúgving úr Minningargrunni Johannu og Conrad Sk…