Tíðindi
24. januar 2023
Kunningarfaldari um yrkis- og miðnámsútbúgvingar í 2023

Nýggjur kunningarfaldari um útbúgvingarval í 2023, ið verður útflýggjaður øllum 9. og 10. floksnæmingum í Føroyum.

Umhugsar tú at byrja á miðnámskúla ella at taka eina yrkisútbúgving? Ella kennir tú onkran, sum stendur á einum vegamóti og skal undir at velja eina útbúgving?

Hetta er tíðin, tá næmingar í 9. og 10. flokki og onnur, hava møguleika at velja eina miðnáms- ella yrkisútbúgving. Frá 15. februar verður møguleiki fyri at fara inn á heimasíðuna www.innskriving.fo og velja útbúgving.

Í hesum sambandi hava tey, sum varða av føroysku yrkis- og miðnámsútbúgvingunum gjørt ein kunningarfaldara við føroysku útbúgvingunum, sum til ber at velja í 2023.

Umleið 70 yrkisútbúgvingar eru at velja ímillum, umframt tær gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og aðrar almennar útbúgvingar.

Ein yrkisútbúgving tekur vanliga fýra ár, har meginparturin av læruni fer fram á einum virki, meðan umleið ein fjórðingur av tíðini er skúlagongd. Við eini yrkisútbúgving gert tú teg til reiðar at fara út á arbeiðsmarknaðin at arbeiða sum faklærdur.

Ein gymnasial miðnámsútbúgving tekur vanliga trý ár og gevur tær førleikar til framhaldslestur á hægri lærustovni í Føroyum ella uttanlands.

Útbúgvingartilboðini eru mong, og tí kann vera torført at velja útbúgving. Á skúlunum, sum bjóða út útbúgvingar, eru tó dugnaligir vegleiðarar, sum eru til reiðar at svara spurningum og vegleiða. Eisini ber til at venda sær til Vegleiðingarstovuna. Les meira um Vegleiðingarstovuna á www.vegleiding.fo

Umhugsar tú at velja eina yrkisútbúgving, er Yrkisdepilin til reiðar at vegleiða. Meira fæst at vita um Yrkisdepilin her: www.yrkisdepilin.fo

Tú kanst taka faldaran niður sum pdf-fílu her.

Tú kanst blaða í faldaranum á netinum her.


13. oktober 2025

Stuðul til at lesa íslendskt sum annaðmál

20. august 2025

Er fráfall grundað á vánaligar upplýsingar ella eitt óhóskan…

14. juli 2025

Samtalufundur um inklusjón og lívlanga læring

08. juli 2025

Stuðul til útbúgving úr Minningargrunni Johannu og Conrad Sk…