Tíðindi
18. november 2022
Væleydnað ráðstevna um inklusjón og førleikamenning

Hósdagin 17. november varð ráðstevna hildin um inklusjón og førleikamenning í Føroyum. Ráðstevnan var á Hilton Garden Inn, og tað vóru Undirvísingarstýrið, Vegleiðingarstovan og NVL, sum skipaðu fyri ráðstevnuni, har 70 luttakarar úr øllum landinum tóku lut.

Íalt vóru 11 framløgur, ið fevndu um førleikamenning, førleikameting, talgildar førleikar, karrieruvegleiðing, integratiónsarbeiði, málførleikar og inklusjón.

Poul Geert Hansen aðalstjóri í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum setti ráðstevnuna og segði m.a., at tað er neyðugt at arbeiða miðvíst við inklusjón á nógvum mótum ísenn, við fyriliti fyri eitt nú ST-mannarættindasáttmálanum, og at arbeiða innan skúla- og almannaverk, á arbeiðsmarknaðinum og ikki minst innan mentanar- og frítíðargeiran við málum og skipanum, sum tryggja inklusjón, førleikamenning og integratión.

Samstarv og samskifti var eitt av høvuðsevnunum á ráðstevnuni, har semja var um, at vísa á týdningin av, at tað verður arbeitt breitt við inklusjón og integratión tvørtur um samfelagsligu geirarnar og tvørfakliga.

Luttakararnir á ráðstevnuni komu úr øllum landinum, fólk innan ymisku geirarnar, á ymiskum stigum í samfelagnum, frá útbúgvingarverkinum, fyrisitingini, leiðslur, lærarar, undirvísarar, vegleiðarar, umframt umboð frá arbeiðsmarknaðinum, heilsugeiranum og kommunum.

Nógv áhugaverd og viðkomandi sjónarmið og hugskot vórðu borin fram, og vit fingu at vita, hvussu vit ítøkiliga arbeiða við integratión og inklusjón í Føroyum.

Allar framløgurnar vóru føroyskar, burtursæð tann eina, sum svenski professarin og ráðgevi í innovatión, Ebba Ossiannilsson hevði um talgildar førleikar í einum altjóðagjørdum heimi. Endamálið við talgildum førleikum er at menna tann einstaka í at taka virknan lut í samfelagsmenningini, har inklusjón, fjølbroytni og burðardygd eru tær tríggjar meginsúlurnar. Inklusjón skal vera við til at fremja javnstøðu og styrkja sosiala samanhaldið. Um vit skulu stýra grøna og talgilda skiftinum, má hin einstaki hava umstøður og rætt til at læra alt lívið.

Ebba Ossiannilsson vísti í hesum sambandi á, at vit mugu fyrireika okkum til at skipa undirvísing og læring á øðrvísi hátt enn vit higartil hava verið von við.

Á ráðstevnuni fingu vit at vita frá David Im integratiónssamskipara, hvussu Útlendingastovan arbeiði við integratión, og frá Fíu Lindenskov integratiónssamskipara, hvussu Tórshavnar kommuna arbeiðir við integratión.

Elisabet Holm ph.d í samfelagsmálfrøði greiddi frá hennara gransking og kanningum í sambandi við máltøku hjá vaksnum tilflytarum og um arbeiðsmarknaðarinklusjón. Hon vísti m.a. á, at tilflytarar eru sera ymiskt fyri, eitt nú í sambandi við at tey skulu læra seg føroyskt mál. Hjá summum fellur tað lættari, meðan tað kann vera eitt tungt tak hjá øðrum. Og ofta hevur hetta nakað við kringumstøðurnar hjá viðkomandi at gera, hvussu atkomilig læringin er, bæði landafrøðiliga, fíggjarliga og sosialt.

Hjalmar Hansen stjóri í Undirvísingarstýrinum greiddi frá teimum almennu tilboðunum kring førleikamenning fyri vaksin, eitt nú um FSA-útbúgving, ið er føroyskt sum annaðmál fyri tilflytarar. Hjalmar vísti á tørvin á at skapa fíggjarligt grundarlag fyri tey, sum ætla at førleikamenna seg sum vaksin. Hann leit frameftir og vísti á møguleikan við einum førleikamenningargrunni, einari smidligari útbúgvingarskipan, at skipa førleikamenning á arbeiðsplássunum og at bjóða danskt fyri tilflytarar.

Jógvan Sørin Hansen leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla greiddi frá, hvussu Tórshavnar kvøldskúli arbeiðir í sambandi við at tey bjóða føroyskt sum annaðmál fyri tilflytarar. Hann vísti á, at fíggjarlig viðurskifti og arbeiðsviðurskifti vóru ein avmarking fyri, at tilflytarar kunnu taka tær útbúgvingar, sum vit ynskja at bjóða teimum. Hóast tilflytarar lúka treytirnar fyri at luttaka í førleikamenning ella útbúgving, og at útbúgvingin lýkur treytirnar viðvíkjandi longd og vikutímabrúki, so fáa tey ikki studning, tá ið tey eru knýtt at undirvísingini í føroyskum á kvøldskúlunum.

Berlys Toftadal skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla greiddi frá áhugaverdari verkætlan, sum skúlin er í samstarvi við danskar og íslendskar skúlar, ið nevnist “Skúli fyri øll”. Endamálið við hesi verkætlan er at fáa bæði børn og foreldur betur at skilja, hvat tað er, sum rørir seg í skúlanum. Hetta er týdningarmikil partur í inklusjónsarbeiðinum hjá Fuglafjarðar skúla, og Berlys eggjaði øðrum skúlum og pørtum at taka við hugskotinum og arbeiða víðari við tí.

John Dalsgarð NVL netverkssamskipari í Føroyum greiddi frá føroyska samstarvinum í NVL, har vit eru við í fýra av teimum níggju serfrøðinganetverkunum í NVL. Hann vísti á týdningin av at vera við í norðurlendska samstarvinum um vaksnamannaútbúgving. Tey føroysku netverksumboðini eru Maiken Skarðenni fyri vegleiðaranetverkið í NVL, Annika Mellemgaard fyri NVL Digital Inklusion, Kalpana Vijayavarathan fyri Alfaráðið, og John Dalsgarð fyri valideringsnetverkið í NVL.


27. november 2024

Myndir frá væleydnaðari Markleys Útbúgving 2024

02. oktober 2024

Nordisk inklusion i Klaksvík

09. september 2024

Ráðstevna og seminar um talgildar førleikar, inklusjón og lí…

03. apríl 2024

Ráðstevna um Nordplus í Føroyum